Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagført: Sea Shepherd bátur liggur hjá grindini í Haraldssundi

Jákup Ósá

Dagført: Tað fer at reka hart norðanfyri seinni í dag.

Ein bátur er hjá grindini, sum nú er komin langt inn aftur ímóti Haraldssundi.

Júst sum tey flestu væntaðu, at vit einki fór at síggja ella hoyra frá grindini aftur, nú hon var farin úr eygsjón, so er hon nú aftur at síggja. Sum skilst er hon komin langt inn móti Haraldssundi. Ein bátur er hjá grindini, og sum skilst er tað ein bátur frá Sea Shepherd. Vit frætta meir seinni.

Dagført kl. 15.21:

Eftir kl. 17.00 rekur so hartnorðanfyri, at tað kemur ikki uppá tal at reka grindina í kvøld.

Grindin er nú komin heilt innafturmóti Haraldssundi. Kl. 15.15 lá hon beint við bátahylin íHaraldssundi. Bara ein bátur er hjá henni og tað er ein bátur hjáSea Sepherd. Tann báturin ger einki við grindina og einki sásttil, at hann roynir at reka hana nakran veg, sigur okkara maður úrHaraldssundi.

Sýslumaðurin hevur ráðført seg hjákønum fólki og sum skilst fer at reka uppá ættina eftir kl. 17.00og tí verður grindin ikki rikin í kvøld. Tískil verður honrikin í fyrsta lagið tíðliga í morgin ella seint í nátt, sigateir úr Haraldssundi. Men treytin er sjálvsagt, at grindin ikki fer úr eygsjón.