Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagført: Sterling til Manchester City

Jákup Ósá

Liverpool og Manchester City eru blivin samd um prís fyri Raheem Sterling. 

Liverpool hópurin fer á venjingarlegu í Thailandi seinnapartin og 20 ára gamli Raheem Sterling var upprunaliga í hópinum. Men síðani fríggjadagin hava samráðingar verið millum Manchester City og Liverpool um leikaran, sum í longri tíð hevur verið sera ónøgdur í Liverpool. Í dag skriva flestu ensku miðlarnir, at ein avtala er gjørd sum ger, at Manchester City skal gjalda 44 milliónir pund nú og so 5 milliónir pund afturat seinni, um ymisk avrik vera uppfylgd. 

Av teimum pengunum skal QPR hava 20 prosent sum ein part av avtaluni, tá Liverpool fyri nøkrum árum síðani keypti leikaran frá QPR.