Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dagført: U18-gentur fáa FM-steypið í kvøld

Jákup Ósá

KÍ skuldi bara hava javnleik á heimavølli í kvøld.

Fyrr í dag skrivaðu vit soleiðis:

Í kvøld verður síðsta umfar leikt í U18 kappingini hjá gentum. KÍ liggur á odda við 23 stigum, trý stig frammanfyri B36. KÍ spælir í kvøld á heimavølli móti AB/B71, sum liggur næstaftast við 4 stigum. Fær KÍ javnleik, so er KÍ FM-vinnari. KÍ hevur ongan landskappingardyst tapt í ár.

Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 19.15.

 

Dagført kl. 15.34:

Nú er tó longu greitt, at KÍ vinnur FM 2019 hjá U18-gentum. AB/B71 hevur givið avboð og tí vinnur KÍ uttan dyst. KÍ fær heiðursmerkir og FM-steyp handað í kvøld kl. 19.15.