Sum vera man, var nógv stakan í Mikladali dagin fyri, sum Kópakonan skuldu avdúkast. Ungir sjónleikaraspírar úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag vandu niðri á helluni, leikin um Kópakonuna, og samstundis gjørdu listamaðurin Hans Pauli Olsen og bronsustoyparin Jørn Svendsen, tær seinastu fyrireikingarnar. Hetta hevði millum annað við sær, at Kópakonan kundi ikki fjalast fyrr enn tíðliga fríggjamorgunin.
Orsøkin til tað var, at teir báðir vóru bangnir fyri patineringini, um klæði hekk at bronsuni, tí vildu teir at standmyndin skuldi standa ótildekkað.
Hetta gav sjálvandi góðar møguleikar fyri avmyndan og øll tey, sum vóru komin í oynna dagin fyri, og sum spákaðu sær oman á bakkan í Mikladalu sóu sjálvandi Kópakonuna áðrenn hon varð avdúkað.




