Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftur dagrøktarum, at byrja skjótast gjørligt. Vit sóknast eftir at fáa fleiri dagrøktarar í fast starv og eftir einum avloysara í tíðaravmarkað starv fyri dagrøktara í barnsburðarfarloyvi fram til august 2017.
Vit ynskja, at tú
- – hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum
- – kann geva børninum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
- – ert fyritakssamur og skapandi
- – hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- – kann samskifta við foreldrini
- – ert sinnaður at samstarva við starvsfelagar og sosialu deild
Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri.
Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv við børnum.
Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian Bjartalíð, dagrøktarleiðara á telefon 22 57 19.
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2016 og sendast til dagrokt@klaksvik.fo ella
Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt
á Brekku 36
700 Klaksvík




