Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagrøktarskipanin gott skoðsmál frá foreldrum

Nordlysid

– Tað er hugaligt at kunna staðfesta, hvussu vælvirkandi okkara dagrøktarskipan er, bæði tí vit eiga dugnalig starvsfólk og av góðu umstøðunum í spælistovuni, sum er ein sera væl egnaður miðdepil hjá børnum, foreldrum, starvsfólkum og leiðslu, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.

– Tað erhugaligt at kunna staðfesta, hvussu vælvirkandi okkara dagrøktarskipan er, bæðití vit eiga dugnalig starvsfólk og av góðu umstøðunum í spælistovuni, sum erein sera væl egnaður miðdepil hjá børnum, foreldrum, starvsfólkum og leiðslu,sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.

 

Ígóðveðrinum týsdagin 2. juni 2015 var formaðurin í Trivnaðarnevndini Børn ogUng, Jóhann Lützen, saman við umboðum fyri umsitingina, á vitjan í spælistovunihjá Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt, har m.a. fundur var viðleiðaran, Vivian Bjartalíð.

Bygninguriná Brekku 36 má sigast at vera sera væl egnaður til spælistovu, sum hann vanligaverður róptur. Í veruleikanum er hann nógv meira enn tað, tí umframt at verafelags spælistova hjá dagrøktarbørnunum, inniheldur hann skrivstovur ogfundarhølir hjá leiðslu og námsfrøðingi á ovaru hæddini. Í niðaru hæddini havahúsavørðarnir hjá dagstovnunum verkstað og goymsluhøli. Eisini fevnir niðarahæddin um eitt rørslu- og sansarúm.

Í KlaksvíkarKommunalu Dagrøkt ganga 45 børn, og dagrøktararnir eru 13 í tali. Leiðari avdagrøktini er Vivian Bjartalíð. Námsfrøðingur í spælistovuni er Agnas V.Sivertsen.  Harumframt starvast eitt hjálparfólk í spælistovuni, sum m.a.tekur sær av gestarøkt, tá ið dagrøktarar eru burturfrá vegna sjúku, feriuo.líkn.

Frá 3 áraaldri og so hvørt sum pláss er tøkt, fáa børnini tilboð um barnagarðspláss.

Øll børn íKlaksvíkar Kommunalu Dagrøkt eru í spælistovu tveir fylgjandi dagar á leið aðruhvørju viku.

– Tað erhugaligt at kunna staðfesta, hvussu vælvirkandi okkara dagrøktarskipan er, bæðií mun til okkara dugnaligu starvsfólk og til tær góðu umstøðurnar íspælistovuni, sum er ein sera væl egnaður miðdepil hjá bæði børnum, foreldrum,starvsfólkum og leiðslu, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børnog Ung.

– Hetta sæsteisini aftur í teimum skoðsmálum, sum dagrøktarskipanin hevur fingið ínøgdsemiskanningunum, sum kommunan hevur skipað fyri, har foreldur, sum erubrúkarar hjá dagrøktini, hava givið greitt til kennar, at tey eru væl nøgd viðta tænastu, sum Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt veitir teimum og teirra børnum.

– Hettafegnast vit um, samstundis sum tað eggjar til at viðlíkahalda og betra umtænastuna og  umstøðurnar, sum dagrøktarskipanin veitir, sigur JóhannLützen.