Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagstovnurin Mylnuhúsið er nú ein kommunalur stovnur

Nordlysid

Í januar 1999 setti Klaksvíkar býráð á stovn Sjálvsognarstovnin Mylnuhúsið, og tá varð felt inn í viðtøkurnar, at hann um 10-15 ár skuldi gerast kommunalur. Í ár er hetta blivið veruleiki.

Í januar 1999 settiKlaksvíkar býráð á stovn Sjálvsognarstovnin Mylnuhúsið, og tá varð felt inn íviðtøkurnar, at hann um 10-15 ár skuldi gerast kommunalur. Í ár er hetta bliviðveruleiki.

Í ár eru 16 ár liðin síðanstovnsetanina, og í tí sambandi heitti stýrið fyri SjálvsognarstovninMylnuhúsið í vár á býráðið um samráðingar, soleiðis at stovnurin framyvirverður skipaður undir Klaksvíkar kommunu sum ein kommunalur stovnur, og atSjálvsognarstovnurin Mylnuhúsið samstundis verður avtikin.

Sjálvsognarstovnurin Mylnuhúsiðbyrjaði sítt virksemi í januar 1999, og samb. reglugerðina fyri stovnin er í§1, stk. 2, ásett, at: arbeitt verður fram ímóti, at stovnurin verðurkommunalur 10-15 ár eftir stovnsetan.

Í apríl mánað fingu TrivnaðarnevndinBørn & Ung, Fíggjarnevndin og býráðið málið til viðgerðar og støðutakan viðtilmæli um, at kommunan yvirtekur Sjálvsognarstovnin Mylnuhúsið pr. 1. juni2015, og samstundis bindur seg til at yvirtaka alla skyldur, sum frammanundanliggja á stýrinum fyri Mylnuhúsið.

Full semja var bæði í nevndumog býráð um málið, og Sjálvsognarstovnurin Mylnuhúsið, sum  varð settur á stovn í januar 1999, er sostattí 2015 blivin ein kommunalur dagstovnur.