Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagurin í dag er byrjanin til eina nýggja framtíð

Oliver Joensen

Tað segði Jákup Mikkelsen, løgtingslimur, sum helt røðu á samkomu í samband við at fyrsta skotið var latið í Viðareiðistunnlinum. Nógv fólk var samankomið at hátíðarhalda løtuna tá fyrsta skotið var latið á nýggju farleiðini og landstýrismaðurin í tunnilsmálum trýsti á knøttin.

Tað segði Jákup Mikkelsen, løgtingslimur, sum helt røðu á samkomu í samband við at fyrsta skotið var latið í Viðareiðistunnlinum.

Nógv fólk var samankomið at hátíðarhalda løtuna tá fyrsta skotið var latið á nýggju farleiðini og landstýrismaðurin í tunnilsmálum trýsti á knøttin.

Her er røðan hjá Jákup Mikkelsen:

Tað eru ikki øll fólk, sum hava trivist líka væl á avbyrgdum plássum. Fyri okkurt um 70 árum síðani var ein kona á Viðareiði, sum segði, at hon hevði einki havt ímóti at búð á Viðareiði, um hon bara slapp ein túr til Klaksvíkar hvønn sunnudag. Men slíkt var ein utopiskur dreymur í 40unum. Hon grunaði neyvan, at hesin dreymur skuldi gerast veru­leiki so skjótt. Enn minni kundi nakar gruna, at tann dagur skuldi koma, tá leiðin hjá viðingum inn í Sund ikki skuldi ganga niðan á Vál, men inn í Dalar.

Hendan farleiðin millum Sund og Viðareiði, sum nú skjótt verður søga, er sjálvandi líka gomul sum hesar báðar bygdirnar. Og er hon vandamikil í dag, so hevur hon sjálvandi heldur ikki verið vandaleys fyrr. Tað eru frásagnir – langt áðrenn vegurin kom – um omanlop úr Malinsfjalli, har tað var nær við, at fólkaskaði hendi. Fyrr í tíðini varð bara gingið hendan vegin, tá neyðugt var at fara. Í dag koyra fleiri hundrað bilar hendan vegin hvønn dag.

Men her bleiv gingið og her bleiv gingið nógv. Fólk úr grannabygdunum fóru til Viðareiðis í kirkju, og viðingar gingu inn í Sund eftir agni, og teir settu upp í Sundi, tá brim var á Viðareiði. Tað eru eisini frásagnir um, at teir fóru inn at velja, tá val var.

Eg kann til stuttleika fortelja tykkum eina søgu, sum eg havi hoyrt, sum sigur nakað um broyt­ingar her á landi. Ein dagin fyri okkurt um hundrað árum síðani síggja fólk á Viðareiði ein mann fara til gongu inn í Sund. Maðurin var Jústi í Eiðsvík (vil onkur vita meira um hann, kann hann lesa bókina hjá Líggjas í Bø um Jústa-ættina, sum kom út fyrr í ár).

Tá í tíðini var tað so, at fór eitt fólk til gongu úr bygdini, so sá øll bygdin tað.

Jústi var á veg til Klaksvíkar henda dagin, men líkindini vóru einki serlig, so hann vendi aftur. Stutt eftir at hann er komin aftur til hús, bankar á dyrnar. Tað er ein maður, sum hevði frætt, at Jústi ætlaði sær um fjøllini til Klaks­víkar at keypa medisin fyri okkurt, sum gekk. Maðurin spyr, um hann ikki eisini kundi keypa fyri seg. Jú, tað skuldi hann gera. Løtu seinni pikkar aftur á dyrnar, ein annar maður í somu ørindum. So komu teir maður eftir mann, inntil Jústi segði: Nei, nú eru vit so nógvir, at vit manna bát til Klaksvíkar í morgin at keypa medicin.

Símun Hansen hevur eina áhugaverda søgu, sum lýsir hvussu nógv, ið kundi verða lagt fyri, tá farast skuldi millum bygdir. Einasti prestur í Norðoyggjum búði tá á Viðareiði.

Tað var í desember mánað í 1866, at ein drongur varð føddur á Trøllanesi. Tað ráddi um at fáa hann bornan í kirkjuna so skjótt sum møguligt, og 17. desember fóru gummur og gubbar av Trøllanesi til gongu til Mikladals. Haðani fóru tey við 8-mannafari til Viðar­eiðis, men farandi var ikki fyri Nakkin, so tey máttu suður um Kunoynna og norð gjøgnum Haraldsund og um Múlan. Men tá báturin kom inn móti Viðareiðishellu vóru ikki líkindi at seta fólkið á land, so teir máttu rógva inn á Selgjógv, ið er mark millum Sund og Viðareiði. Har fóru gummur og barnið í land. So aftur at rógva andróður út aftur til Viðareiðis, og tá fingu teir lent. Dagin eftir varð drongurin doyptur í Viðareiðis kirkju. Hann fekk navnið Hans Ludvig Volles.

Men nú var hann gingin vesturá, so tað bar ikki til at skjóta bát á Helluni, men í Eiðsvík var kyrt. Teir draga so bátin um eiðið og skjóta hann i Eiðsvík. So hildu teir suður gjøgn­um Fugloyarfjørð og Svínoyarfjørð, um Borðoyarnes og norður gjøgnum Leirvíks­fjørð, men so nógvur var vindurin, at teir vunnu ikki norð við Líðini og máttu halda undan og inn á Borðoyarvík. Aftur her varð báturin drigin um eiðið oman á Vánna, og so aftur til árar, men teir sluppu ikki longur enn til Húsar fyri brimi. Har settu teir upp og fóru til gongu norður á Nes.

Dagurin í dag er byrjanin til eina nýggja framtíð, fyri Viðoyingar og øll onnur sum fara at leita sær norður til Viðareiðis. Tað verður ein betri, tryggari og styttri farleið enn tann verandi. Og serliga trygdin hevur fylt nógv í hugaheimi hjá teimum, sum dagliga hava brúkt hesa farleið. Vit kunnu bara undrast og vera takksom fyri, at ikki størri skaðið er hendur.

Tað eru mangir leikir í longum talvi og tað kann eisini sigast sum eina slíka verkætlan sum Viðareiðistunnilin.

Tað eru nú nøkur ár síðan teir fyrstu leikirnir vóru fluttir og eg kann siga at tað eru nógv fólk sum hava sitið við hetta talvborðið, sum hava hava flutt ein ella fleiri leikir. Teir fyrstu leikirnir vóru merktir av taktiskum snildi, aðrir kanska merktir av ivasemi, men so vóru nakrir góðir og framfýsnir leikir leiktir og so var talvið vunnið og Viðareiðistunnilin samtyktur endaliga á Føroya løgtingi. Tað var ein stór løta.

Eg kann ikki lata verða við at nevna bæði núverandi og fyrrverandi landsstýrisfólk, sum meir og minni hava havt hesa verkætlan í hondini. Annika Olsen, Annfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard, Kári P. Højgaard, Kaj L. Johannesen og Jørgen Niclassen. Tey eiga tøkk uppiborna fyri sín leiklut í hesi verkætlan.

Í løgtinginum er tað Fíggjarnevndin sum hevur havt Viðareiðistunnilin um hendi. Nógvir fundir hava verið við landstýrisfólk, landsverk, Viðareiðis Kommunu og nevndin hevur eisini verið norðuri á Viðareiði og fingið hollað kunning um verandi vandaleið og týdningin av at ein tunnil bleiv gjørdur. Viðareiðis Kommuna hevur víst stórt hegnið at finna loysnir tá trupulleikar vístu seg.

Tað hevur frøtt meg at Fíggjarnevndin hevur víst so framúr góðan vilja at finna loysnir og tað samstarv sum hevur verið í Fíggjarnevndini hevur havt avgerandi týdning til tess at fáa hesa verkætlan til veruleika. So Bárður Nielsen, Rodmund Nielsen, Bill Justinussen, Aksel Johannesen, Eyðgunn Samuelsen og Kristian Háfoss eiga stórt rós fyri teirra leikir í hesum talvinum.

Um eina løtu fer landsstýrismaðurin Jørgen Niclassen at skjóta fyrsta skotið og vit eru byrjaði uppá Viðareiðistunnilin. Men hetta má eisini verða ein greið fráboðan um at tunnlarnir Norð um Fjall og Hvalbiartunnilin verða gjørdir, tá hesin tunnilin er liðugur. Vit kunnu ikki framhaldandi bara lata standa til, alt meðan ferðslan økist og trygdin versnar.

Takk fyri at tit vildu lýða á, og síðan vil eg ynskja Landssverk, Articion og øllum tykkum sum verða við í hesi verkætlan góða eydnu og at Harrin vil varðveita tykkum og at alt skal gangast væl.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður