Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Daniel Berg Hestad var fyrsta val hjá Magna

Jákup Ósá

Men hann hevur havt langa umhugsunartíð. Tað er eisini greitt, at Molde hevur givið nýggja hjálparvenjaranum loyvið at fara til KÍ í eitt ár.

Í dag bleiv greitt, at Daniel Berg Hestad verður nýggjur hjálparvenjari hjá KÍ. Eitt skiftið, sum er nógv umtalað í Norra í stórum miðlum sum VG og NRK. Tí Daniel hevur eins og Magne eitt stórt navn í Norra vegna teirra yrkisleið sum leikarar.

Tað er greitt, at Daniel hevur fingið loyvið frá Molde at fara í eitt ár. Daniel hevur allatíðina verið fyrsta val hjá Magna Hoseth, sum kennir væl venjaran hjá Molde 2.

– Tað er við blandaðum kenslum at eg fari. Tað er langt at fara, men tað er spennandi. Eg havi verið venjari hjá Molde 2 í nógv ár og føldi, at eg eg brúk fyri at royna okkurt nýtt. Vit tosa um eitt ára loyvið, so eg verið ikki burtur fyri altíð, sigur Daniel Berg Hestad við Rbnett.

Hann sigur, at hann fekk fyrispurningin frá Magna Hoset stutt eftir, at hann var settur sum venjari hjá KÍ. Hann hevur brúkt langa tíð at umhugsa støðuna og ivast um hann hevði farið, um tað ikki var Magne Hoseth, sum var venjari.