Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Daniel Hákunsson Dam verður stjóri á Vónini

Jóhann Lützen

Klaksvíkingurin byrjar í starvinum 1. mars 2026 og fær ábyrgd av 500 starvsfólkum spreidd yvir 22 deildir í sjey londum.

 

Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini hevur avgjørt at fara úr starvi. Hjalmar hevur starvast á Vónini í 30 ár og hevur verið stjóri síðan 2001. 

Stjórasessin tekur nú Daníel Hákunsson Dam, sum hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðani ársbyrjan 2021 og er tí væl kunnigur við øll viðurskifti felagsins. Daníel er 35 ár, klaksvíkingur, giftur og trýbarnapápi, og er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Aalborg Universitet, har hann eisini tók masterprógv í leiðslu.

Stjóraskifti verður 1. mars 2026. 

Vónin er børsskrásett fyritøka, Vónin hevur 22 deildir í sjey londum. Á Vónini starvast 500 fólk.