Danski statsministarin, Mette Frederisen, endaði fyri løtu síðan tíðindafund, sum var hildin í samband við tilbúgvingina ímóti Coronavirusini.
Og tað vóru hørð tiltøk sum vóru fráboðað:
Øll almenn tiltøk, har fleiri enn 1.000 fólk ella fleiri savnast skullu avlýsast.
Eisini verður mælt til at tey sum skipað fyri smærri tiltøkum hvør sær gera eina meting av smittuvandanum.
Frárátt verður øllum at ferðast óneyðugt og starvsfólk sum starvast í Heilsiverkinum og eldrarøktini, ið hava verið uttanlanda, skulu verða heima við hús í karantenu í 14 dagar áðrenn tey fara til arbeiðis.
Sí meira her.



