Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danir mæla til at broyta hjúnarbandslógina

Jógvan á Lakjuni

Danir mæla til at broyta uppskotið – og tí er neyðugt at koma aftur í tingið við tí. Men úr Føroyum koma boð, at politiskt er ynski um ikki at leggja málið fyri Løgtingið aftur. Hetta skrivar Jógvan á Lakjuni í fyrispurningi til Løgmann, sum skal svarast í dag.

Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður

Munnligur fyrispurningur

til

Aksel V. Johannesen, løgmann

Viðvíkjandi hjúnabandslóggávuni

1. Hvør er tað, sum politiskt ikki vil hava hjúnabandsmálið aftur í tingið – og hví?

2. Er tað ikki ein andsøgn í, at málið er so hápolitiskt, at løgmaður má taka tað upp við statsministaran, samstundis sum tað er so lítið, at man vil skerja málið lógartekniskt fyri at tryggja, at tað ikki kemur aftur í tingið?

3. Hvagar mælir Løgmansskrivstovan og/ella Heilsu- og innlendismálaráðið dønum til at senda málið til hoyringar?

4. Hví hevur eingin fundur verið við Mentamálaráðið um yvirtøkuspurningin?

Viðmerkingar:

Í innliti, sum eg havi fingið í sambandi við hjúnabandslógina, sæst, at løgfrøðingar í Danmark hava fleiri viðmerkingar og eisini uppskot um broytingar til tað, sum Løgtingið samtykti í vár – og tað er greitt, at tað eru viðurskifti og avleiðingar av uppskotinum, sum ikki hava verið umrødd, tá ið málið varð samtykt í Løgtinginum.

Danir mæla til at broyta uppskotið – og tí er neyðugt at koma aftur í tingið við tí. Men úr Føroyum koma boð, at politiskt er ynski um ikki at leggja málið fyri Løgtingið aftur.

Hetta er sera álvarsamt. Eftir mínum tykki er hetta størsta mál, sum nakrantíð hevur verið á tingi, har túsund ára vísdómur og praksis viðvíkjandi hjúnalagi verða sett til viks – og her fer man uttan um allar vanligar mannagongdir – og fær enntá umsitingina at spæla við.

At Føroya løgmaður og landsstýrið skulu fara so lætt um demokratiskar mannagongdir millum Danmark og Føroyar, er ræðandi!

Í fundarfrásøgnum, bæði frá fundi á Løgmansskrivstovuni 30. juni og frá fundi í Heilsu- og innlendismálaráðnum 2. september stendur, at løgmaður møguliga skal tosa við Lars Løkke Rasmussen um málið – og í tí seinnu fundarfrásøgnini stendur enntá, at “um danskir myndugleikar ikki vísa vilja, kann løgmaður taka málið upp við forsætisráðharran”!

Hví skal løgmaður tosa við forsætisráðharran um hetta málið? Tað kann bara vera fyri at kroysta danir at koyra eitt ivasamt, men “politiskt korrekt” mál ígjøgnum beint ímóti øllum mannagongdum!

Spurningurin um, hvørt § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er yvirtikið ella ikki, er eisini ein stórur spurningur í hesum sambandi, og tað tykist løgið, at eingin fundur hevur verið við Mentamálaráðið (tað føroyska kirkjumálaráðið) um spurningin.

Málið eigur sjálvandi, alt sum tað er, at koma aftur í tingið við teimum broytingum og viðmerkingum, sum danir mæla til at gera.

Á Løgtingi, 20. september 2016 Jógvan á Lakjuni

Harleyfacadeacryl