Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danny and the Veetos og Rani Nolsøe við í “International Day”

Nordlysid

Umframt sang- og dansiframførslur av tilflytarum úr fleiri ymsum tjóðum verður eisini tann lokala sang- og tónleikamentanin umboðað av Rana Nolsøe og Danny and the Veetos á altjóða degnum ella “International Day”, sum verður aftur í Klaksvík leygardagin 3. september, har ljós verður varpað á ymiskleikan millum fólkið, sum býr í Klaksvík – kom og smakka matin, síggj dans, framførslur og andlitsmáling og uppliv hesar áhugaverdu borgararnar í Klaksvíkar kommuna. Alt er sjálvandi ókeypis.

Umframt sang- og dansiframførslur avtilflytarum úr fleiri ymsum tjóðum verður eisini tann lokala sang- ogtónleikamentanin umboðað av Rana Nolsøe og Danny and the Veetos á altjóða degnumella “International Day”, sum verður aftur í Klaksvík leygardagin 3. september,har ljós verður varpað á ymiskleikan millum fólkið, sum býr í Klaksvík – kom ogsmakka matin, síggj dans, framførslur og andlitsmáling og uppliv hesaráhugaverdu borgararnar í Klaksvíkar kommuna. Alt er sjálvandi ókeypis. 

 

Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu er nú vertur fyri altjóðadegnum “International Day” annað árið á rað. Dagurin verður hildin íMiðhøllini á Skúlatrøð (fyrr: Skúlanum við Ósánna) komandi leygardag 3.september frá kl. 11 til 17.

Umframt at royna ymiskar etniskar rættir úr Argentina, Bangladesh,India, Indonesia, Póllandi, Filipsoyggjunum, Thailandi, and Uruguai, verðurhøvi eisini at uppliva fólk frá ymisku londunum sýna fram hvør sínatjóðarframførslu.

Í ár verður lokala mentanin eisini sett í fokus við framførslumfrá Rana Nolsøe, Danny and the Veetos og Rasmus og Huldan. Eisini verður listhjá Archibald Black sýnd fram. 

Alt er ókeypis.

 

Skráin

11.00 – Dyrnar lata upp

11.15/11.20 / Jógvan Skorheim bjóðar vælkomin

11.25-11.30 – Kinga Eysturland limur í integratiónsnevndini heldurrøðu

12.00 – Møguleiki at royna matin / Útlendingastovan /Andlitsmáling / Listaframsýning

14.30 – Framførsla av dansi úr Argentina og Kolumbia

14.40 – Framførsla úr Filipsoyggjunum

15.30 – Rani Nolsøe syngur og spælir

15.50 – Rasmus og Huldan framføra

16.00 – Sangur framførdur úr Pollandi

16.20 – Sangur framførdur úr Argentina

16.30-40 – Danny and the Veetos

17.00 Liðugt

Tiltakið er stuðlað av Klaksvíkar Kommunu, Eik, Fonn Flog, Inn,KBI, Kjølbro Heilsøla, and Norðoya Sparikassa.

Í integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu sita Jógvan Skorheim,formaður, Gunvá við Keldu, Kinga Eysturland, Jean Guðjónsson, RainerLatupeirissa, Sadiqull Patawary, og Catherine Steinberg.