Vit kunnu við gleði kunngera, at vit fáa vitjan av nøkrum dugnaligum norðingum norði á Viðareiði leygardagin 26. aug. 2023.
Eru teir nevndir, eru teir kendir.
Stutt um hesar garpar kann sigast at Danny, sum vit kenna frá hittum sum “Alright”, “Farvæl”, Sunnukvøld í mai” og “Droym við mær” eins og Grandma’s Basement, sum fær lív í fjøldina við sangum sum “Hon fær ongantíð nokk” og “Renna nakin” eru ein sikkur vinnari, tá veitslan er í hásæti. Hetta hava teir lovað okkum eisini verður galdandi á Viðareiði 26. aug. 2023!
Keyp tíni atgongumerki her: https://www.atgongumerki.fo/2120932/nord-festivalurin-2023
Tað er framanundan greitt, at Tinganest, Marius DC og Magni Christiansen eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2023. Komandi tíðina fara vit at kunngera fleiri nøvn.
Vit síggjast á Norð Festivalinum.



