Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Danny & The Veetos á Country Festivalinum 2026

Jóhann Lützen

Í ár fær Country Festivalurin ein serligan dám, tá ein av mest elskaðu føroysku bólkunum, Danny & the Veetos, trína á pall í Sørvági.

 

 

Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo

DANNY & THE VEETOS hava altíð gjørt fólka-kendan popptónleik, sum natúrliga liggur tætt upp at country-heiminum.

Nýggi tónleikurin, sum teir arbeiða við, flytur seg víðari í eina meira country-kenda kós, har amerikanskur roots-tónleikur og norðurlendskar kenslur renna saman í eina heita ljóðmynd, kryddað við steelguitar, banjo og viola. Við sínum fangandi løgum, hjartanemandi tekstum og orkufullu pallframførslu, sum dregur áskoðararnar heilt inn í løtuna, verður hetta ikki bara ein konsert, men ein felags uppliving, fylt við tónleiki, gleði og løtum, sum sita eftir langt aftaná síðsta lagið er spælt. Vit síggjast á Country Festivalinum í Sørvági

“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”