icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansibólkurin KONTRA OTTE takkar vertsfólkunum

John William Joensen

Danski fólkadansarabólkurin sum vitjaði í Klaksvík í døgunum 25. til 30. juni vil á henda hátt takka felagnum Dansihugna við Fischer Johannessen á odda fyri sera góða móttøku.

Takk til tykkum, sum hýstu okkum, og gjørdu at ferðin, sum var fyrireikað í eitt heilt ár, ikki glapp niður fyri.
Eina stóra tøkk til Klaksvíkar Býráð og Christian á Kunningarstovuni fyri stórfingna móttøku.
Dansifólkið úr Kontra Otte høvdu sera góðar dagar í Klaksvík og í Norðoyggjum sum heild, og vinarløg vórðu knýtt millum dansihugaði fólk.
Leygarkvøldið 28. juni var hildið felags borðhald og dansikvøld í bygdarhúsinum í Haraldssundi í allarfagrasta summarveðri, tað vøkru sjón, vit her upplivdu, tá ið farið var til hús um miðnáttina, gloyma vit ongantíð.

Hjartaliga takk fyri øll somul!
Erik Jensen, formaður og
Tóra Dahl Sandberg, ferðaleiðari.