Hóast undirtøkan hjá Klaksvíkar Dansifelag, til føroyska dansin er góð, vilja vit gjarna hava fleiri dansarar, sigur Heini Mohr frá Dansifelagnum við Norðlýsið.
Í strembanini eftir fleiri dansarum, skipaði dansifelagið fyri einum hugnakvøldið í skálanum, har øll bygdafeløgini í Norðoyggjum vórðu boðin við.
Kvøldið var sera hugnaligt og umframt at dansifelagið legði fram ætlanir sínar, var sungið úr Føroya Fólks, etið og síðani varð farið upp á gólv.
Heini Mohr sigur, at stak hugaligt var at síggja fólk saman, frá teim ymisku bygdafeløgunum úr Norðoyggjum og at dansifelagið nú vónar at fleiri av hesum fara at møta upp til dansikvøldið sunnukvøld. Klaksvíkar Dansifelag er fyri allar norðoyggjar, tí tað verður valla so at vit fáa fleiri dansifeløg at standa saman um føroyska dansin, tí halda vit tað vera eitt gott hugskot at gera neyvt samstarv við bygdafeløgini í norðoyggjum, soleiðis at føroyski dansurin í norðoyggjum kann vera so væl samanskipaður sum gjørligt.
Dansað verður hvørt sunnukvøld, har børnini byrja kl. 20.00 og tey vaksnu kl. 21.00.
Komandi sunnukvøld hava vit 20 tey fyrstu ørindini av Gretturskvæðnum. Vit hava ætlanir um ein íslandstúr í 2006 ella 2007 og tí verður longu nú farið undir at fyrireikað okkum til hesa ferðina við Gretturskvæðnum.
6. november er ætlanin at børnini, sum vóru í Finlandi í summar, skulu greiða okkum frá túrinum og 19. november verður skipað fyri hugnakvøldi við brasaðum rivum. 11. desember er seinasta dansikvøldið undan jólum og tá verður skipað fyri jólahugna.
Øll, ið hava hug at dansa føroyskan dans eru vælkomin at møta upp í Skálanum sunnukvøld, sigur Heini Mohr at enda.




