Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansináttin 2015 í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv

Almenna tiltakið Dansináttin, ið Sláið Ring og Norðurlandahúsið skipa fyri á hvørjum ári, verður hóskvøldið 23. juli kl. 21.00.

Hetta er fyrstu ferð, at dansináttin ikki liggur eitt vikuskifti. At dansináttin 2015 verður eitt hóskvøld, kemst av, at kvæðaráðstevna er í Norðurlandahúsinum í døgunum 21 – 23. juli. Dansináttin er løgd soleiðis, at tey, ið eru á ráðstevnuni, eisini kunnu vera við í almennum føroyskum dansi. Dansináttin er sum altíð eitt alment tiltak, har øll eru vælkomin og kostar tað 70 kr at luttaka. Vanliga er dansináttin væl vitja. Føroyingar úr stórum parti av landinum eru von at møta til dansináttina, og eisini er vanligt at fleiri føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands nýta høvið at fara uppá gólv á Dansináttini.

Dansináttin er í Norðulandahúsinum 23. juli.Byrjað verður kl. 21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, verður hildið á eitt sindur longur. Øll eru hjartaliga vælkomin.