Klaksvíkar Dansifelag fer nú undir komandi dansivetur. Byrjað verður sunnukvøldið 1.okt kl. 20.30
Klaksvíkar Dansifelag fer nú undir komandi dansivetur. Byrjað verður sunnukvøldið 1.okt kl. 20.30
Dansað verður í Skálanum, sum er hús felagsins. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ikki er neyðugt at halda seg aftur, um ein kanska ivast í, um ein dugir nóg nógv kvæðir. Tað vísir seg, at er man við í dansinum nøkur kvøld, kemur ein skjótt á lagið. Fyrsta kvøldið er eingin skrá og tá verða lættari kvæði tikin.
Klaksvíkar Dansifelag dansar fast hvørt sunnukvøld kl. 20.30 fram til føstuna og er skrá gjørd til hvørt kvøldið. Umframt vanligu dansikvøldini eru onnur tiltøk eisini á skránni. Nevnast kann, at felagið fer í heyst bæði til Eiðis og Sands, har feløgini hava bjóðað Klaksvíkar Dansifelag í ársveitslu. Annars eru dansiútferðir, rivjakvøld o.a fastur partur av vetrarskránni.
Klaksvíkar Dansifelag er eisini virkið innan Barnadans. Børnini dansað sunnukvøld frá kl. 19.30 til 20.30 í Skálanum. Skrá verður gjørd fyri veturin. Skráin inniheldur føstu dansikvøldini men eisini útferðir, jólahald, tunnusláttur og árligu barnadansistevnuna, sum hesaferð verður á Sandoynni. Barnadansurin hjá Klaksvíkar Dansifelag byrjaðar sunnukvøldið eftir heystfrítíðina. Eins og hjá teimum vaksnu eru øll vælkomin í barnadans. Best er, um børn undir skúlaaldur hava onkran vaksnan við sær.
Við dansikvøðu og vón um ein góðan og gevandi dansivetur.
Klaksvíkar Dansifelag




