Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danska stjórnin sleppur ætlanum um at digitalisera donsku valhølini

John William Joensen

Danski innanríkisráðharrin, Simon Emil Ammitzbøll-Bille, hevur gjørt av at steðga arbeiðinum at digitalisera donsku valhølini, skrivar DR. Orsøkin er vandin fyri teldusníkum og serliga uppíblanding frá russum.

Vit hava eina sera einkla og vælvirkandi valskipan í Danmark í dag sum fólk hava álit á. Tú fært ein seðil og so fert tú inn í eitt rúm har tú einsamallur setur ein kross. Síðani verða allar atkvøður upptaldar manuelt og úrslitini ringd inn til ráðharrastovuna. Hetta er so einkult og gjøgnumskygt sum tað kann verða og harafturat hava fólk álit á skipanini og tí havi eg tikið avgerð um at steðga arbeiðinum við digitaliseringini, sigur ráðharrin.

 

Les meira her

https://www.dr.dk/nyheder/indland/stopper-forsoeg-med-elektroniske-valg-frygter-russisk-indblanding