Í dag kl. 17 danska tíð verður Heilsunýskipanin (Sundhedsreformen) løgd fram á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Stjórnin letur upp fyri at banna sølu av vørum við nikotininnihaldi til allar persónar, ið eru føddir í 2010 og seinni. Umframt hetta er ætlanin at innføra eitt 18-ára aldursmark fyri søølu av rúsdrekka.
– “Leingi hevur verið eitt ynski um at skapa eitt roykfrítt ættarlið, og tí fer Heilsunýskipanin at snúgva seg um tubbak og rúsdrekka”, sigur Sverre Quist, journalistur hjá TV2. Endamálið er at gera nakað við avbjóðingarnar í heilsuverkinum. Umframt nikotinbannið er ætlanin eisini, at vørur við alkoholinnihaldi ikki longur skulu kunna seljast til fólk undir 18 ár.
Longu í 2020 boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, frá nýskipanini, men hon er vorðin úsett fleiri ferðir, seinast 1. januar í ár. Men nýliga gav Sundhedsstyrelsen nýggj tilmæli um alkoholnýtsluna hjá teimum ungu, og tað eru eisini tey ungu, sum eru í fokus í Heilsunýskipanini. Sambært eindarleiðaranum vita tey, at ung, ið drekka stórar nøgdir av rúsdrekka við sama høvi, er størri vandi fyri vanlukkum, harðskapi og óynsktum sex, sum hann orðar tað. Eisini er rúsdrekka skaðiligt og ávirkar innlæringarevnini hjá børnum og ungum, har heilin framvegis er í menning, stendur í tíðindaskrivinum.
Hjerteforeningen tekur væl ímóti forboðnum ímóti sølu av tubbaki, og ynskir, at eitt stig afturat verður tikið. Tey ynskja, at tey yvir 70%’ini, ið fegin vilja steðga at roykja, fáa hjálp til tað. Tískil skjóta tey upp skeið í roykisteðgi, og Mads Lind, seniorráðgevu, mælir til, at stjórnin eisini setir inn viðvíkjandi eldru roykjarunum á hendan hátt.
Heilsunýskipanin snýr seg tó ikki bert um rúsdrekka og tubbak. Ein partur er at lyfta heilsuøkið eftir trýst frá farsóttini. Eisini skulu lokaløkini styrkjast, herímillum skulu 20 nýggj nærsjúkrahús setast á stovn, læknarnir skulu fevna breidri, og meira verður eisini sett inn, tá tað kemur til tað akutta. Endað verður við at siga, at meira kemur seinni, t.v.s. at tað, ið verður lagt fram í dag, ikki er øll Heilsunýskipanin.



