Herfyri bórust tey tíðindi, at ein meiriluti í Fólkatinginum hevði gjørt eina semju um, at 143 milliardir verða settar av yvir 10 ár til verjumál. Føroysku fólkatingsumboðini, Anna Falkenberg ella Sjúrður Skaale, hava gjørt nógv burturúr, at tey hava verið við í samráðingunum fyri at ávirka tær til frama fyri Føroyar.
Upp til landsstýrið
Danskir fólkatingspolitikarar hava sagt, at tað fyrst og fremst er upphæddin, sum semja er um – seinni skal avgerast, hvat pengarnir skulu brúkast til. Hvørki av fólkatingsumboðunum hevur heldur úttalað seg um, hvussu nógv fellur í Føroyum í lut og hvat tað skal brúkast til. ”Tað er upp til landsstýrið, hvat skal gerast í Føroyum”, segði Sjúrður Skaale við KvF-útvarpið fríggjadagin.
Reelt NATO-pengar
Mangt bendir á, at fólkatingsumboðini vita betur enn tey látast. Norðlýsið skilir, at luttøkan hjá Annu Falkenberg og Sjúrði Skaale hava ført við sær bæði eina árliga peningaliga veiting og meira ítøkilig tiltøk. Talan er um, at Føroyar fara at fáa 200 mill. kr. árliga, umframt blokkstuðulin, sum reelt má roknast koma frá NATO, og at ein nýggjur, stórur flogvøllur við hangarum skal byggjast í Vágum, sum lýkur tey krøv, sum verða sett til stór ferðafólkaflogfør og hernaðarflogfør seta.
“Reinar hendur”
Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale hava fleiri ferðir sagt, at tey í sínum arbeiði á Fólkatingi samstarva við sitandi landsstýri. Fríggjadagin umrøddi Høgni Hoydal KvF-útvarpinum ta semjuna, ”sum danskir flokkar hava gjørt og sum vit ikki hava blandað okkum uppí”. Norðlýsið tulkar hetta soleiðis, at landsstýrið og landsstýrismaðurin ikki hava dálkað fingrarnar við at vera í beinleiðis sambandi við donsku skipanina, men hevur fingið ávís ynski uppfylt umvegis fólkatingsumboðini.
Er NATO í vegin fyri Regin ella …?
Vit vita longu, at útbyggingar skulu gerast á flogvøllinum, og sambært stjóranum í Vága Floghavn, so fara tær at kosta 600 milliónirnir krónur. ”Tað at byggja so stóran bygning, sum fakfólk meta, at tørvur er á, tað hava vit (Vága Floghavn) ikki fíggjarliga orku til sum felag. So pengarnir mugu koma úti frá”, segði Regin Jacobsen við KvF í morgun.
Spurningurin er so, um landsstýrið hevur syrgt fyri, at hendan upphæddin ikki skal fíggjast av føroysku skatt- og mvg-gjaldarunum, men við pengum frá donsku verjuavtaluni. Spurningurin er eisini, hvør veit hvat. Eftir tí, sum Norðlýsið hevur fingið uppspurt, so skal nýggi flogvøllurin við hangarum at vera so stórur, at hann eisini fer at hava brúk økinum, har terminalur og hangarar nú eru.
Spurningurin, sum Norðlýsið setur sær, er: Veit stjórin í Vága Floghavn ikki av, at NATO er í vegin fyri Regin? Ella er stjórin í Vága Floghavn kunnaður um tað, sum koma skal, so hansara útsagnir (eisini) skulu vera eitt tilætlað upplegg til myndugleikan, sum so kann rættvísgera, at tær civilu Føroyar fáa gagn av okkara luttøku í verjusamstarvinum í okkara øki?
Norðlýsið fylgir málinum.



