Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danski eldraráðharrin, Thyra Frank, skal kannast fyri skjalafalsan

Helgi Abrahamsen

Navnframa Thyra Frank hevur bert sitið nakrar fáar vikur í sessinum sum ráðharri, og nú krevja sosialdemokratarnir, at ein kanning verður gjørd av henni.

Navnframa Thyra Frank hevur bert sitið nakrar fáar vikur í sessinum sumráðharri, og nú krevja sosialdemokratarnir, at ein kanning verður gjørd avhenni.

Málið snýr seg um, at Thyra Frank var fyristøðufólk á einum røktarheimi, ogí tí sambandinum skuldi hon skrivað nakrar sokallaðar APV(arbejdspladsvurdering), sum øll arbeiðspláss skulu gera. Í APV verður greittfrá umstøðunum á arbeiðsplássinum.

 

Men í bókini “Thyra Frank – livsglæde & stjernestunder”, sum kom út í2010, sigur Thyra Frank, at hon var troytt av pappírfjasinum í eldrarøktini, ogtí kopieraði hon APV hjá einum øðrum røktarheimi, broytti innihaldið nakað, ogsetti teirra egna búmerki á.

 

“Tað tók mínum starvsfeløgum tríggjar mánaðir at gera eina APV, sum teykundu góðtaka hjá kommununi. Vit brúktu 2 ½ tíma at skriva tær av,” sigur ThyraFrank í bókini.

 

Hetta er ikki í lagi siga sosialdemokratarnir, sum nú vilja hava einakanning gjørda av málinum.

 

“Vit eru noydd at fáa kannað, um Thyra Frank hevur framt skjalafalsan, táhon við egnum orðum hevur kopierað eina APV-kanning og sent hana inn í navninumá sínum egna røktarheimi,” sigur Astrid Krag, framsøgukvinna hjáSosialdemokratunum í heilsumálum.

 

Thyra Frank sigur, at tað er ikki rætt, at hon hevur kopierað APV hjáøðrum, men hon heldur, at tað er ov nógv pappírsfjas á røktarheimunum, og tíhevur hon brúkt APV hjá øðrum sum inspiratión.

 

“Eg síggi onga orsøk til, at øll røktarheim brúka so nógva tíð til at finnaútav, hvussu tingini skulu gerast rætt,” sigur Thyra Frank.