Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danski verjumálaráðharrin á fundi í Tinganesi

Tíðindaskriv

Nicolai Wammen, danskur verjumálaráðharri, hevur fyrrapartin vitjað løgmann í Tinganesi. 


Stóru møguleikarnir og avbjóðingar í Arktis fingu stóra rúmd á fundinum. -Danski verjumálaráðharrin greiddi frá, at Arktis fær størri og størri leiklut fyri Danmark og ríkisfelagsskapin. Í løtuni verður umfatandi greiningararbeiði gjørt, sum skal lýsa leiklutin hjá donsku verjuni í Arktis komandi árini. Niðurstøðurnar í greiningararbeiðinum kunnu eisini fáa týdning fyri Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. 

Á fundinum fyrrapartin nýtti løgmaður eisini høvi til at takka danska verjumálaráðharranum fyri ognirnar hjá donsku verjuni í Føroyum, ið vórðu latnar Landstýrinum um ársskiftið. Eftir fundin vitjaðu løgmaður og danski verjumálaráðharrin Kommandørhúsið yviri við Strond. 

Nicolai Wammen fer víðari til Grønlands í dag.