– Ómoralskt og skaðiligt fyri fiskastovnin. Soleiðis ljóðar boðskapurin frá formanninum í Danska Fiskeriforening.
Tað er EPN.dk sum skrivar í dag, at trætan millum Føroyar og ES kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fiskiskapin í Danmark eftir makreli og sild.
Formaðurin fyri Danmarks Fikseriforening eitur Sven-Erik Andersen. Hann heldur lítið um føroyingar í trætuni um makrelin og sildina. Hesin parturin fyllir sambært síðuni 25-30 % av virðinum fyri samlaða fiskiskapin hjá dønum.
– Um danir uppførdu seg sum føroyingarnir, so vildi tað nokk verið reagerað annarleiðis, sigur Sven-Erik Andersen. Hann heldur, at tað er bæði skaðiligt og ómoralskt, at tvey lond áseta sær sjálvum kvotu serliga tá stovnurin av sild er niðurgangandi.




