Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danskir læknar: Um tjúgu ár doyr eingin av krabbameini

Danial Viðoy

Skjótt fer eingin at doyggja av krabbameini, siga danskir serlæknar. Ein nýggj og mildari viðgerð til krabbameinssjúklingar er áveg, ið fer at megna at hjálpa einum og hvørjum, sum verður raktur av hættisliga sjúkdóminum.

Læknaverðin: Tað eru nógvir føroyingar, ið verða raktir av krabbameini. Nógvar syrgiligar søgur eru um familjur, ið hava mist, orsakað av krabbameini. Í Danmark verða á leið 34.000 fólk rakt av krabbameini um árið. Og tað eru 16.000 offur, ið ikki koma í gjøgnum viðgerðina á lívi. – Men skjótt kunnu sjúklingarnir taka boðini um krabbamein lættari, vilja danskir læknar vera við.

Kollveltandi heilivágur áveg

Ein nýggj viðgerð er áveg, sum verður nógv mildari og betri enn tann, vit kenna í dag, tann sokallaða kemo- ella stráluviðgerðin.

– Mín meting er tann, at um eini 15-20 ár fer eingin, sum vit fáast við, at doyggja av krabbameini. Krabbamein fer tá bert at verða roknað sum ein kronisk sjúka, ið vit læknar kunnu viðgera uttan hóvasták, fortelur Jørgen H. Olsen granskingarleiðari hjá “Kræftens Bekæmpelse.”…

LES MEIRA Í BLAÐNUM FRÍGGJADAGIN