Ferðslan hevði hug at steðga upp í dag, tá ein røð av veteranbilar koyrdu gjøgnum býin og norður á Viðareiði.
Talan er um eitt dansk felag fyri vetranbilar sum í hesum døgum vitjar í Føroyum.
Hendrik Westengaard sigur at teir eru umleið 150 limir í danska klubbnum, og á Føroyaferðini eru teir nýggju í talið.
– Tað var kalt at koyra til Viðareiðis tí nógvir av bilunum eru opnir.
– Harafturat hava bilarnir ikki stóra motororku og tí var ferðin heilt nirri á 15 km/t niðan gjøgnum brekkurnar. Á sløttum klára bilarnir eina ferð upp á 55 km/t.
– Vit verða 14 dagar í Føroyum og tríggjar dagar á Viðareiði, greiddi danin okkum frá í telefonini, tá vit ringdu til Hotel Norð.
Millum bilarnar vóru eisini Elmar Poulsen og Absalon Lydersen og teir hava so eisini hjálpt til við at planleggja túrin í Føroyum.
Hendrik greiddi frá at teir vóru noyddir at biðja løgregluna sperra tunnilin av tá teir skuldu norður um fjall.
– Bilarnir eru gamlir og seinir og tí var neyðugt at halda aðrar burtur meðan vit koyrdu ígjøgnum tunlarnar.
– Tí fara bilarnir at standa á Viðareiði til vit skulu víðari um tríggjar dagar, og tey sum eru áhugað í at síggja bilarnar og tosað við okkum, eru vælkomin.




