B36 hevur funnið avloysaran fyri Ibrahima Camara.
B36 heimasíðan skrivar soleiðis: B36 hevur í summar leitað eftir styrki til álopspartin á liðnum. Hóast vit heilt avgjørt liggja har, sum vit helst vilja vera, so hevur tað ikki riggað heilt so væl sum ætlað við fremsta plássinum á liðnum, og beint fyri evstamark av flytingarvindeyganum eydnaðist at gera sáttmála við danska Philip Lund.
Philip er 25 ára gamal. Er sera væl fyri tekniskt, og hann kann røkja flestu framrættaðu plássini á vøllinum. Hann hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Vejle, men seinastu tvey árini hevur hann roynt seg í MLS-kappingini í USA. Ein skaði gjørdi tó, at hann noyddist at gevast við tí ævintýrinum, men nú er hann komin fyri seg, og vónandi fer hann at geva okkum fleiri góð dømir um frálíku fótbóltsevni síni, skrivar B36 á heimasíðu síni.




