Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dart: Bogi og Eydna vunnu

Ítróttur

Roykstovan var leygardagin karmur um dartkappingina ið tey kalla ”Dart út til fólkið” Tað var nú í Roykstovuni at fyrsta almenna dartskivan hekk í býnum og hevur har triðja árið á rað verið stór kapping. 26 fólk úr øllum landinum vóru møtt til kappingina og var stemningurin millum spælararnar og áskoðarnar ótrúliga góður. Leikt var í bólkum og síðan var farið til cup, tá komið var fram til hálvfinalurnar og finalurnar, var tað sum til tær heilt stóru kappingarnar sum vit síggja í sjónvarpið, tað var tónleikur, frásøgumaður og áskoðarar ið róptu og vóru við uppá tað. 


Hja kvinnunum vóru 8 spælarar tilmeldaðir og komu Terja Ósa úr Klaksvíkar Dartfelag og Eydna Vestergaard úr Havnar Dartfelag í finaluna, eitt sindur bleiv buha eftir Eydnu, tá hon kom gangandi fram til finaluskivuna við sanginum hja Nalja ”Tann deiliga Havn” Men væl gekk hja Eydnu sum vann finaluna 3-0. Nr 3 hja kvinnum gjørdist Judit Eliasen úr Klaksvíkar Dartfelag og Joan Edvør Thomasen úr Vága Dartfelag. 

Mannfólkini vóru 18 í talið og vóru nógvir góðir dystir leiktir, og fleiri 180’ara skoraðir. Tá komið var fram til finaluna vóru tað Barður Olsen úr Havnar Dartfelag og Bogi Isaksen úr Klaksvíkar Dartfelag ið stóðu eftir. Nógv fólk var samla til finaluna og stemingurin so góður sum vit ongantíð hava uppliva til eina finalu í Føroyum, har fólk allatíðina róptu á tann tey hildu við og føldist tað til tíðir at ein var til eina stóra dartkapping. Finalan gjørdist eisini ein av teimum heilt spennandi, spælt var best av 9 settum, Barður ið gjørdist næstbesti spælarin í Føroyum í ár, legði betur frá landið og kom á odda 2-0, Bogi spældi seg væl upp og tá tað 6 tey fyrstu settini vóru leikt, var støðan 3-3. Síðan lukkaði Barður við 112 ið var dagsins hægsata lukning og kom á odda 4-3. Baður skuldi nú bara vinna 1 sett aftrat fyri at vinna kappingna og sá tað út til at eydnast honum, tá hann fekk 3 matchpílar eftir Double 18, men hann kiksaði og Bogi javnaði til 4-4. Í 9 og avgerðandi settinum helt Bogi høvdi kalt og tá hann lukkaði við Double 16, var frøði á uppmøttu klaksvíksjingunum. 


Alt í alt ein frálík kapping. Næsta kappingin í Klaksvík verður í hølunum hja Klaksvíkar Dartfelag aftana kappróðurin á Norðoyastevnu

Harleywoodpaint