Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dart: Kvinnurnar endaðu aftast í bólkinum

Kristian Joensen

Føroysku kvinnurnar fingu eitt trubult lutakast. Bert europeisk lond vóru í bólkinum

 

Fyrsti dystur var ímóti Sveis, og sjálvt um úrsliti sigur 9-0, so kundi tað verið nógv penari, nógvir doublar vóru mistir, men tað er munurin ímillum topp og botn í Europa

Síðani var tað Frakland, har okkara koma væl í gongd, og allar 4 kvinnurnar vinna hvør sín dyst, men tapa tó 9-4

Rumenia var dysturin har vit vistu, at ein møguleiki lá, dysturin bleiv eisini rættiliga spennandi, og fullu vit við æru, og kempaðu okkum upp til eitt 9-7 tap, ein dystur sum kundi fara baðar vegir, men marginalarnir vóru ímóti

Seinasti dysturin var ímóti einum sterkum svenskum liði, har vit taptu 9-2

Mennirnir spældu væl, men taptu. Mennirnir spældu einstaklinga kapping í gjár, men ikki eydnaðist nøkrum teirra at spæla seg víðari.

Í dag er tvímansleikur hjá monnum og einstaklingar hjá kvinnum, byrja verður kl 11 lokala tíð