Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Dart: Úrslit frá unglingakappingini

Jóhann Lützen

Fyri fyrstu ferð síðan miðskeiðis í 90’unum hevur Dartsambandi aftur í ár unglingakappingar á skránni. Havnar Dartfelag og Klaksvíkar Dartfelag hava sett venjingartímar av til unglingar burturav, meðan tað í øðrum feløgum eru einstakir unglingaspælarar, sum venja saman við teimum vaksnu.

Fyrsta av trimum unglinga-kappingunum var fríggjakvøldið í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag. Kappingin var býtt upp í aldursbólkarnar U18 og U24. Hjá U18 vóru 12 luttakarar, meðan tað hjá U24 vóru 6 luttakarar.

Djóni Samuelsen úr Havnar Dartfelag vann kappingina hjá U18, meðan Bogi Arge, eisini úr Havnar Dartfelag, vann kappingina hjá U24.

Á myndunum síggjast vinnararnir og eisini úrslitini frá kappingunum.

Næsta unglinga-kappingin verður á Skála 28. mai.