Vit hava eitt ótrúliga spennandi projekt koyrandi saman við Klaksvíkar Býráð, sigur Beinta Árnadóttir Gregersen, leiðari á Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík.
Í Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík er nógv virksemi og ein av táttunum, sum virkishúsið hevur fingist við er tónleikur.
Beinta Árnadóttir Gregersen, leiðari á Virkishúsinum sigur, at hóast tey hava sera góðar umstøður í húsinum, so krevjast onnur hølisviðurskifti tá talan er um venjing og tørvin hjá ungum tónleikabólkum, og tað er hesin parturin, sum Virkishúsið saman við Býráðnum hevur gjørt eina ætlan fyri.
Eg má beinavegin undirstrika at Klaksvíkar Býráð hevur verið sera vælviljað og hevur spent seg nógv fyri at betra um umstøðurnar hjá teim ungu.
Ein avtala er komin í lag við Spf. FJK um leigu av hølum í gamla “Dávavirkinum”, har vit hava stórar ætlanir um góðar umstøður til tónleikaáhugaðan ungdóm.
Ætlanin við Dávavirkinum fevnir millum annað um trý stór venjingarhøli á 50 fermetrar, sum vera væl ljóbjálvaði og sum hava flótandi gólv, harafturat eru fimm minni rúm, sokallaðar “boksir”, sum eru uppaftur meira ljóbjálvaði. Hesi eru ætlaði til eitt nú venjingarrúm hjá trummuspælarum og ljóðførum ið halda nógvan gang.
Ein lítil konsertsalur, ella cafeterialíknandi rúm á 200 fermetrar, verður eisini tøkur til smærri konsertir, og har tey, ið vitjað “Dávavirkið”, fara at kunna keypa sær eitthvørt smávegis til matnað.
Ætlanin er ikki, at tónleikarar ella tónleikabólkar, sum fáa innivist her, skulu sleppa inn ókeypis. Vit hava eina ætlan um, at tú skalt kunna leiga teg inn fyri longri ella styttri tíðarskeið.
Tónleikabólkar
Beinta Árnadóttir Gregersen sigur víðari, at eftir hennara meti, so eru ikki so nógvir tónleikabólkar í Klaksvík ídag. Hinvegin so er hópur av ungdómi, ið dugir og fæst nógv við tónleik, og tað er okkara vón, at umstøðurnar á Dávavirkinum fara at gera, at vit aftur fara at síggja fleiri tónleikabólkar her í samfelagnum.
Projektið vit her eru farin ígongd við er sera ambitiøst, og tað munnu ikki vera nógvar bygdir ella býir í Føroyum, sum hava so góðar umstøður til tónleikabólkar, tá Dávavirkið fer at lata dyrnar upp fyri teim ungu.
Men skrúvið nú ikki forvæntningarnar alt ov langt upp. Í byrjanini leiga vit okkum inn á Dávavirkinum og rúmini vera gjørd til endamálið hjá teim ungu. Tá tað kemur til teknisku útgerðina, fara vit ikki at luttaka við so nógvum. Ætlanin gongur kanska meira út uppá at ungdómurin sjálvur setir síni fingramerki á útgerðina og útvegar hana.
Dávavirkið kemur at vera undir Virkishúsinum fyri ung, og tað vera fólk higani, ið koma at standa við ábyrgdini og eftirlitinum. Tó so, vit rokna ikki við at tað verður neyðugt hjá okkum at vera so nógvar tímar á Dávavirkinum, tí tey, sum fara at húsast har, skuldu helst kunna megna at hildið skil á sjálvi.
Nógvar góðar kreftir hava verið við í ætlanini og sjálvandi verður Dávavirkið royk- og rúsfrítt, sigur Beinta Árnadóttir Gregersen at enda.




