Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

David Carry setti persónligt met

John William Joensen

Í morgun svam “klaksvíkingurin” David Carry 4 X 200m stafett við bretska landsliðnum og teir svumu seg í finaluna

Í dag svam David hálvfinaluna við tíðini  1:49:28. Hetta er persónligt met sum áður var 1:49:71 tá hann i aprílmánaða kvalifiseraði seg til OL.
Bretska landsliði hevur við fjóðraplássinum,  kvalifisera seg at koma víðari í finaluna.
So tað er eingin ivi um at David er í sínum lívs formi og í kvøld verður tað spennandi um David og hinir á bretska liðnum megna at vinna bronsuna frá Týsklandi, tí sum Norðlýsið skilur so verður roknað við at dysturin um gullið og silvurin er millum USA og Australia.