Dagurin í gjár var ein sera skuffandi dagur fyri týska svimjulandsliði og Bretska landsliði tapti dystin um bronsuna
Vinur okkara í Týskalnadi, Arne, sum seinastu dagarnar hevur skrivað í kjaktorgið um luttøkuna hjá David Carry í Ol, sigur at dagurin í gjár var sera skuffandi.
Franziska von Almsick vann ikki 200 m frí svimjing sum týskarar høvdu vóna. Hon hevur ongantíð vunnið Olympiskt gull, og hetta má sigast at vera skuffandi fyri kvinnuna sum baði er heimsmeistari og europameistari og harafturat týskur meistari.
Arne skrivar víðari: Í 4 x 200 m stafett hjá monnum taptu bretar dystin um bronsuna fyri italiumonnum.
Bretski landsliðsvenjarin avgjørdi at klaksvíkingurin, David Carry, ikki skuldi vera við í hópinum sum svam í finaluni hóast hann kláraði seg sera væl og var við til at fáa bretland í finaluna. Endaliga úrslitið gjørdist: USA vann gull, Australia vann silvur, Italia vann bronsu og Bretland noyddist at taka til takkar við einum fjóðra plássið.
Arne úr Kiel í týsklandi.




