Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dávid Langgaard roynir seg í ÍF

Jákup Ósá

Talið av norðoyingum í ÍF kann økjast.

Í hesum døgum eru fleiri leikarar runt um, sum royndarvenja. Ein av hesum er Dávid Langgaard.

23 ára gamli Dávid Langgaard fekk sítt stóra gjøgnumbrot á besta liðnum hjá KÍ í 2016, tá hann spældi 19 dystir á besta liðnum. Men síðani komu skaðar, og hann hevur ongantíð aftur veruliga verið í hitanum kring besta liðið. Í 2018 var hann millum teir mest eyðsýndu á næstbesta liðnum hjá KÍ við 16 dystum og 9 málum, hóast hann spældi sum miðverji. Merkisvert var at síggja, at KÍ bara tapti ein av teimum 16 dystunum, sum Dávid spældi sambært FaroeSoccer. Dávid fekk ein skaða og spældi ikki 11 teir síðstu dystirnar. Hesar dystirnar tapti KÍ seks, spældi tveir javnar og vann bara tríggjar.

Hesa vikuna royndarvenur Dávid í Fuglafirði. Størsta avbjóðingin hjá honum er at vita, um hann fær spælt og ger hann tað, so er ikki óhugsandi, at hann ger sáttmála við ÍF.

Frammanundan spæla klaksvíkingarnir Henry Heinesen, Gunnar Christiansen og Poul N. Mikkelsen við uppflytarunum úr ÍF.