Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur feløg

Jákup Ósá

Tveir U21-landsliðsleikarar hjá KÍ halda neyvan fram í felagnum.

Dávid B. Andreasen og Jóhan Josephsen hava báðir sáttmála við KÍ fyri 2026. Jóhan hevur tó ikki spælt við KÍ síðani í fyrru hálvu í 2024, meðan Dávid gavst á besta liðnum áðrenn síðstu umførini.

Sum Norðlýsið skilir, so hava báðir fingið loyvið frá KÍ at samráðast við onnur feløg. Jóhan hevur verið darvaður av einum skaða, og tað er ógreitt, hvussu umfatandi hesin skaðin er. Tí er hansara støða meira óviss. Men tað ljóðar, at Víkingur og B36 kappast um undirskriftina hjá Dávidi.