Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

David Phelps fer ikki á pallin kl. 18:30

John William Joensen

Mjørkin í Vágunum, merkir at David Phelps ikki fer á pállin ásettu tíðina, men um líkindini batna, verður hann á pallinum seinri í kvøld

Eyðun Klakstein, sum er ein av firiskiparunum av Summarfestivalinum, sigur at í løtuni er ikki møguligt hjá flogførum at seta seg í Vágunum.
– Hetta merkir at David Phelps ikki fer á pállin til ásettu tíðina. Um hann lendur seinrapartin hevur hann ikki nóg góðar stundir at fyrireika framførsluna.
– Floglíkindini skuldu batna seinrapartin og so fer hann á pallin seinri í kvøld ella í morgin.

Hinir útlendsku gestirnir eru heldir ikki komnir til landið, men fyrireikararnir siga at teir fara at kunnað leypandi um støðuna.