Fríggjadagin 22. mars 2014 skipaði Klaksvíkar Kommuna fyri hátíðarhaldi í býráðshøllini í sambandi við, at Dávur Winther, mentanarleiðari, hevur verið 25 ár í starvi hjá kommununi.
Fríggjadagin 22. mars 2014 skipaði Klaksvíkar Kommuna fyri hátíðarhaldi í býráðshøllini í sambandi við, at Dávur Winther, mentanarleiðari, hevur verið 25 ár í starvi hjá kommununi.
Vit endurgeva her røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt fyri Dáva:
Góði Dávur
Fyri góðum 25 árum síðanI byrjaði tú at starvast í hesum húsinum. Árið var 1987, og síðani tá hevur tú bara verið burturfrá í 1-2 ár, tá ið tú eitt stutt tíðarskeið arbeiddi fyri Statoil.
Tú byrjaði sum byggifultrúi undir leiðslu av Rúna Heinesen, og eftir kreppuna í 1992 vart tú settur til at umsita teknisk mál í ½ tíð og mentan- og sosialmál ½ tíð. Hetta gjørdi tú í umleið 6 ár, til virksemið aftur øktist, og tú vart settur sum leiðari á Mentanardeildini í fulla tíð.
Sjálvur havi eg kent teg tey seinastu 5 árini. Eg havi sitið sum formaður í Mentanarnevndini í 4 ár, og eg má siga, at tað var ein stuttlig og ótrúliga spennandi tíð.
At hava ein at sparra við, sum er so íðin fyri sínum starvi, er gull vert. Um eg so ringdi um náttina, so fekk eg altíð fatur á Dáva. Hann er eitt arbeiðsgrev. Altíð fúsur at hjálpa. Tað er bara hálvttalað orð, so eru tingini sett í verk, og tokið er farið avstað. Antin er man við ella ikki.
Av lyndi eri eg eitt sindur varin, og onkuntíð havi eg brúk fyri at venda tingunum eitt sindur. Har er Dávur heilt øðrvísi, og tað kom meir enn so fyri, at eg hevði luftað onkran tanka, so var alt sett í verk.
Til seinast fann eg út av, at um eg hevði ein tanka, sum ikki endiliga skuldi førast út í lívið, so mátti eg skunda mær at enda setningin við, “ikki gera nakað enn, ikki gera nakað enn….” J
Seinastu árini, hevur kommunan spælt nógv við í sambandi við tiltøk. Vit hava Summarfestivalin, Sjómannadagarnar, Norðoyastevnu, Jólaskipið og mangt annað.
Eitt av afturvendandi tiltøkunum hevur seinastu árini verið Torradagarnir. Hetta er eitt fantastiskt íkast til okkara mentanarsøgu og okkara uppruna, bæði sum føroyingar og eisini sum klaksvíkingar. Hetta tiltak er uppfunnið av Dáva, og tað lýsir eisini væl Dáva sum persón.
Hann fyrireikar tiltakið, finnur fyrilestrarhaldarar, skipar fyri kjakfundum, samskipar listaframsýning¬ar. Hann fær Norðlýsið at skriva síðu upp og niður áðrenn tiltakið, og um teir ikki gera tað akkurát, sum hann vil, so skrivar hann tað bara sjálvur. Hann skrivar eisini dúgliga greinar, meðan tiltøkini eru, og nógvar myndir verða sendar út til miðlarnar, tá ið tiltøkini eru liðug. Hann setir stólar upp og tekur drekka av borðinum ….. ja, og hvat meir eru so eftir at gera?
Dagarnir savna eina rúgvu av fólki til okkara bý og skapa ein jaligan anda í býnum.
Dávur brennir fyri mentan og hevur virkuliga lagt lív og sál í at stuðla tí mentanarinitiativi, sum fólkið í býnum hevur.
—
Dávur!
Millum tínar starvsfelagar fært tú eisini góð skoðsmál. Um teg siga tey, at tú er ómetaliga arbeiðssamur, dugnaligur, álítandi og altíð klárur at hjálpa.
Eg veit frá býarverkfrøðinginum, at tú arbeiðir so skjótt, dugir at taka avgerðir og steðgar ikki, fyrr enn málið er endaliga avgreitt. Hetta er ein styrki, sum vit øll seta prís uppá.
Eg vil til seinast takka tær fyri 25 sera góð ár hjá okkum, og vóni eg, at vit framhaldandi fara at njóta gott av tínum arbeiðshugburði, og at tú framhaldandi skalt trívast væl.
Eisini vil eg ynskja tær við familju hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.
Takk fyri.




