Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávur Winther seksti ár 25. septembur 2016

Frits Johannesen

Doktaragarðurin var ein aldingarður í Fuglafirði. Har búleikaðu Emma, Eyðun, Dávur, Ólavur og Kathrin. Tey gingu millum silkigras, blómur og runnar í hesum hábærsliga í huganum og veruliga livandi garði. Meðan Jacob Højgaard var lækni her í bygdini, minnast vit Jákup hjá Jensi, at hann var “urtagarðsrøktari” í hesum aldingarði. Hann var sum fuglfirðingar flest, eitt vanligur bygdarmaður, kanska eitt sindur meira poetiskur enn flest onnur, eitt lítið sindur fjalin og reið ikki sama dag, hann salaði, men kom fram hóast tað. Eftir sítt lokna verk, fekk hann altíð ein upp í nevið, tá ið hann við sínum dáðfýsnu evnum hevði tikið hond í røktina av hesum gróðri. Onkuntíð, tá ið Højgaard ikki var heima, so var tað kona hansara, ið tók sær av tí. Hon læt vín upp í glasið tvær ferðir. Tá ið Jacob Højgaard kom aftur og gav honum dropan fekk hann einans eitt glas, tá læt í honum:” Ólíka var tað, at fáa tað av kvinnuhond!” Nú er tað ikki um hetta medisinið, greinin snýr seg um, men um Dáva Winther, ið verður seksti ár 25. septembur; men hann er komin úr hesum aldingarði, har víndrúur vuksu á greinunum.

Emma Winther

Tað er so løgið við so mongum á mansins ævi, tí Dávur varð borin í heim í Fuglafirði. Ja, so løgið tað ljóðar, bar Emma hann undir belti ein illveðursdag, hon fór um Skarðið – óivað í februar 1956 í kavaroki at hjálpa einari barnakonu í Oyndarfirði, sum skuldi eiga. Edvard á Bakkanum og Símun Abrahamsen vóru fylgisneytar hennara. Tað var ikki farandi sjóvegis. Sagt varð við Emmu, at tað var ovboðið at fara á Skarðið. “Nei,” svaraði hon, “ tað var sjúklingin, tað galt.” Hon var gongufólk, og høvdu hesir garpar ilt við at fylgja henni. Oyndfirðingar gingu til býtis, og møttust uppi í Kliv oman fyri Hellurnar. Móðir og barn komu væl undan. Ja, har hevur Dávur ligið undir Emmusa kærleiksfulla hjartaslagi og fingið inn í blóði av Emmusa umhugsni og andadrátti.

Doktarabrekkan

Tað hevur altíð verið lív í hesi yndisligu vakstrarlund. Hugsi, um tey fólk, sum hava gingið oman og niðan eftir hesi doktarabrekku. Ja, tað er ein fjøld av fólki, sum hava flutt seg aftur og fram eftir hesi gøtu – niðan til Emmu at fáa sær heilsubót, ella eitt gott prát við hesa tignaðarligu kvinnu, ið var ein læknaligur meistari, sum á skinsaman hátt tók ímóti sínum einglabørnum,virðiliga, fólksliga og menniskjansliga. Tað varð ikki sagt, at eg fari til læknan, men til Emmu. Hetta gevur okkum eina mynd av einum setri, eini lon, sum andaði út og inn bæði nátt og dag í einum tónalagi, sum nart við dagin og løtuna hjá okkum øllum. Tað er eins og vit síggja myndina rista í henda múr, ið ber brá av eini spegilsmynd, har fólk koma at finna sær heilsubót. Hetta er eins og ein livandi grafittimynd, sum livir sítt sæla lív í minninum. Millum hesa fjøld av fólki eru eisini húsfólkið. Dávur- eitt lítið sindur brasin, heimligur og við dreingjalótum, sum var øllum bakkadreingjum í kjøtið borið.

Esmar og Margretha

Meðan tey vóru inni í sjálvum garðinum, hugdu tey sanniliga eisini út ímillum runnar, greinar og upp um tann stoypta garðin og sóu oman til Esmar Simonsen, smiðjumeistaran og konuna, Margrethu. Har festi eygað seg við Mourits, sum gekk í sínum garði stillur og friðarligur, saman við sínum systkjum, Martini,Tróndi og Jórun. Mourits og Dávur eru javngamlir, so tað var skjótt, at teir funnu saman. Tað hevur verið ein ávísur lunnkendur innsúgur og útsúgur á Doktarabrekkuni, sum hevur drigið teir báðar saman. Í skúla fóru teir 1963 og høvdu Óla Jacob sum flokslærara. Hann er ættaður norðan úr Sundalagnum, Oyrabakka og var nýkomin lærari við skúlan. Hann var lærari her frá 1963 til 1997. Sjálvandi leitaðu eyguni eisini yvir til Marthu og Sigurd, har Jákup dartaði út og inn og yvir til Ásu og Petur. Ikki at gloyma Magdu og Petur Bjarnastein. Hetta var eitt sjáldsama gott grannalag- trygt og gott. Dávur og Jógvan hjá bóndanum vóru eisini væl, har bóndalívið dró, og Halgadalur var ein annar heimur, sum hann eisini vitjaði.

Dreingjalívið

Tað var mangt og mikið, sum fekk fótin at flyta seg ymsar vegir og steðir í bygdini, meðan tú vart smádrongur. Oman í fjøruna, niðan á Stíggj, oman á Stórubrúgv, kaiina og inn í smiðjuna. Tað var spennandi mangan at fara um hesar leiðir, koma inn í jarnsmiðjuna og stinga eitt jarnpetti inn í essuna. Fáa tað at gløða og so á amboltin við hesum eldlivandi jarni og fáa okkurt skap úr tí. Hesir báðir knarkar, Mourits og Dávur lógu ikki sjóvarfallið av sær, tá ið ein slík løta gavst. Komu undir bitarnar, har Esmar, smiðjumeistarin, arbeiddi. Smiðir og lærlingar vóru altíð blíðir og týðir um onkur óviti kom innum og vildi royna sínar snildir, sum var teimum at gagni – kanska fyri restina av lívinum. Tá ið hesar løtur komu upp í hugan, liva tær enn tann dag í dag, ljóst livandi í sinninum

Skúlatíðin

Dávur var eygagóður, blíðoygdur og góðlyntur. Soleiðis kendi tú hann eisini, tá ið hann trein inn um skúlans gátt – árvakin og natúrligur. Tá ið læraratíðin hjá greinskrivaranum vardi í 41 ár, so eru nógvar góðar løtur, ið liva í minninum. Kom í skúlan 1967 og var lærari her til 2008. Serliga í myndlistini, tá ið penslabørnini livdu sítt sæla lív millum fingrarnar, minnist meg Dáva í hesi føgru akurskurðartíðini saman við Mouritsi og sjálvandi øðrum við, sum lótu hesi kykt fara eftir løriftinum á ein poetiskan, barnsligan og kimligan hátt . Hesir dagar fara aldri frá tær, har barnalyndið, eygnabrá og atferð barnana koma upp í hugan sum alfagrir flytifuglar frá eini tíð, har grundstøðið skuldi leggjast, so flytingin var holl, tá veingjabreiðið skuldi roynast á øðrum syllum.

Dragin og Havdis

Tá ið tey 10 árini vóru runnin lá leiðin á studentaskúlan, men áðrenn tað, so gekk Dávur nógv oman til Emil Toftegaard og Jens Toftegaard, sum vóru brøður og væl royndir útróðrarmenn. Synir teirra trinu í fedranna spor – Margeir og Egil Toftegaard, vóru synir Emil og Helgu. Tórik, John Eli, Kristijan Sofus, sáli, synir Jens og Carolinu. Teir høvdu eisini Dragan, Støðina, Mækjuvík og Havdis , sum vóru ein føst bygdarmynd í fimmti, seksti og sjeytiárunum í Fuglafirði. Mangan hava dreingir á Bakkanum staðið í hesum egningarskúrum á hesum bátum og krøkt agnið upp á teir svøltandi húkarnar, sum høvdu eina gloriu um høvdið, tá ið sett varð, av táminum frá hesum barna- og vaksnamanna fingraknevlum. Her var Dávur saman við sínum lagsbrøðrum og egndi, og hann átti ein part av degnum og løtuni, sum seinri tóku um hann, har hann fór onkran túrin við Draganum og Havdis.

Hugsi, tað var við Draganum hann fór til Íslands 1972 við snellu og royndu á Eysturlandinum og undir Langanesi. Hetta var eftir ólavsøku, at hesin túrurin var. Onkuntíð kom sjógvur og hjóm inn á dekkið og ikki bara tað, men Langanes hevði esini latið seg í hjómhvíta stúku – kavi var í fjøllunum oman ímóiti “bøgørðunum”, so lagdeilt kann alt vera sjálvt um ólavsøkuleitið. Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá Dáva, at flyta seg úr tí friðsæla Doktaragarðinum undir hesar knúkar og lendi á Eysturlandinum og veiða tosk. Hugsi, teir, sum við vóru, hava tikið væl um dreingin, Emil, Margeir, Egil, Kåre – norðmaðurin, Jalgrim hjá Niklasi, Jørgin hjá Kollfjarðarkonuni, Magnus Ingi og Dávur.

Hetta hevur verið ein lærurík tíð, sum Dávur mangan hevur róð afturá, og kundi hann eisni farið hesa leið í lívsyrki sínum, men lá leiðin á ein annan bógv. Hann var eisini fleiri útróðrartúrar við Havdis.

Horsens

Eftir lokið studentsprógv fór hann til Horsens 1983 – 1987, har hann las til byggifrøðing og sang við Klosterkirkenssangkor, sum hevur 51 ár á baki. Tað var sett á stovn 1965 av Søren Hedegaard Sørensen . Meðan Dávur sang við kórinum, var kórið á konserferð í Føroyum 1986, og var Søren kórleiðari. Fuglafjarðar gentukór var á konsertferð í DK 1987 og vitjaði eisini í Horsens og sungu í Klosterkirkjuni, sum Dávur skipaði fyri. Nú vit nevna Klosterkirken, so vórðu Annfríð og Dávur vígd í hesi kirkju 27. sept 1987 av Bergur Jacobsen presti. Annfríð var liðug við sína útbúgving sum narkosusjúkrasystir 1985. Annfríð er dóttir Poulinu Mikkelsen , fødd Poulsen av Eiði og Leivur Mikkelsen úr Klaksvík. Dávur og Annfríð eiga 3 børn – 3 gentur. Guðrun, Emmu og Rakul. Abba- og ommubørnini eru 3 í tali. Annfríð og Dávur fluttu heim til Klaksvíkar 1987, har Dávur fór at starvast í Klaksvíkar kommunu sama árið. Her er hann enn nú sum mentanarleiðari og Annfríð arbeiðir á Klaksvíkar sjúkrahúsi sum sjúkrasystir.

Faðirin, Eyðun Winther

Tað er mangt og mikið, sum kann sigast um tað mentanarliga, tá ið tað snýr seg um Dáva. Faðir hansara, Eyðun Winther(1922- 1988) var úr góðum bergi brotin, tá ið tað snúði seg um bókmentir. Hann hevur týtt bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir t. d. Grettissøgu 1977, Heimsoyingar eftir Strindberg 1980, saman við Svenningi Tausen Litfloru hjá Doretu Bloch 1980 og dagbók skrivað á eini ferð til Føroya 1828 eftir C.J. Graba 1987 og Ferðafuglur eftir Doretu Bloch og S. Sørensen 1988.

Ja, her er ein symfonisk yrking frá barnaárum bæði úr tí hvønndagsliga(Emma) og fagurlittum dreymsólju orðum og stavum (Eyðun) á tí mentanarliga økinum heimanífrá.

Gerhard Dahlen

Dávur hevur lyft og lætt, har hann hevur verið, ikki einans í Klaksvík, men eisini rætt eina hond her í Fuglafirði tíðan til gleði og gagns fyri bygdina á tí mentanarliga økinum. Hann vendir aftur til sín uppruna, sum er stak vakurt. Eitt árið – hugsi tað var í juni 2008, at Gerhard Dahlen, mentanarleiðari í Trondheim kommunu, sum er vinabýur hjá Klaksvík, helt ein fyrilestur um útilistina í Trondheim í Klaksvík.

Trondheim hevur fjølbroytta útilist, so tað var áhugavert at hoyra Gerhard Dalen. Hann vísti t. d. við fotomyndum av hesi vøkru útilist millum annað nakrar standmyndir uttan fyri eitt heim, har minni ment búleikaðu. Hetta vóru ikki standmyndir við klædnapløggum á kroppinum, og øðrum skreytlutum, men nossligar, snøggar, snodnar og einklar standmyndir av mannakroppinum. Tá ið tey minni mentu fóru útum, kanksa ein túr, fóru tey altíð til sína standmynd, sum tey høvdu valt sær, uttan nakran háva, nurtu við hana og kýndu henni. Tað sama gjørdu tey, tá ið tey komu heimaftur. Hetta gav okkum nakað at hugsa um. Vit, sum halda okkum vera fullborin, høvdu kanska ikki gjørt so. Okkara tilvit er í eini dýpd, sum livir millum Smørstíggj og Brosmutúvuna, at vit á ein ella annan hátt manna okkum upp og flyta okkum á tí mentanarliga økinum, hjálpa hvørjum øðrum og leggja lunnar undir tilveruna, har vit kína og nerta við bæði sang, tónleik, skaldskap og list á ymsan hátt. Her hevur Dávur róð uppundir “sína standmynd” á ein sera fólksligan hátt(Grundtvig og háskúlarørslan) og lagt lunnar undir tað mentanarliga t. d. í Nordvesten, sum var eitt átak, sum livdi við sínum sælu dreymum í Klaksvík, Østerdalen og Lemvig. Hetta var ein verkætlan í útjaðarinum við norðurlendskari mentan. Ja, tað má vera mangur, sum er samdur um, at útjaðarin hevur givið “metropolunum” mangt og mikið. Vit kunnu bara taka okkara frægu skald, sum koma av bygd, ja, enntá úr smáum bygdaløgum og býlingum. Fleiri av okkara góðu listafólkum koma eisini av bygd, og ikki so fáir tónleikarar hava røtur innangarðs í bygdasligum umhvørvi. Dávur er ein føddur bygdamaður og hevur fingið mangt og mikið í vøggugávu frá foreldrunum og systkjunum, sum er ein vøkur standmynd, sum hann í sínum huga nemur við hvønn tann einasta dag sum ein góður mentanar bygdamaður.

Tá ið Dávur fylti fimmti, vórðu vit tikin til háborðs uppi í Dreymsóljusmáttuni hjá Archibald á Myrkjanoyri. Emma var eisini við hon kom niðan við helikoptara. Hetta var ein fagur dagur og ein dreymur, sum enn tann dag livir í huganum, so Dávur, hjartaliga til lukku við seksti ára føðingardegnum. Takk fyri góðar løtur í tí farna!

Frits

Harleyfacadeacryl