Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Hans Pauli Strøm setti Heilsukaféina í ár.
Hann fegnaðist um átakið Klaksvík – ein heilsubýur, sum ikki bara var ein frálíkur faldari; men eisini var patur av gerandisdegnum í Klaksvík.
Hans Pauli Strøm vísti á hvussu umráðandi tað er at røra seg, nú okkara samfelag í flestum førum krevur av okkum, at vit sita still við eitt skriviborð.
Hann fegnaðist um, at torradagarnir eisini vóru ein sera góður miðil at varpa ljós á heilsu og á henda hátt at skipa bæði fyri heilsurenning og heilsukafé, sum umráðandi táttur í einum skynvísum býi.
Ja, hann var so fegin, at hann gav samskiparanum av Torradøgunum, Dáva Winther eitt vakurt blómutyssi, sum eina tøkk og áminning um, at tað er gott við eldsálum, sum virka á tí fólksliga økinum – vítt umkring.
Hans Petur Nielsen serlækni í hjartasjúkum hevði ein áhugaverdan fyrilestur um hvussu hjarta er uppbygt, og hví tað er so umráðandi at eta rætt og annars at vera virkin – røra seg, og á henda hátt at halda henda týdningarmikla henda vøddin í góðari venjing.
Hann greiddi frá æðrakálking, sum kann vera ein samanrenning millum ikki rættan kost og ov lítla venjing. Eisini vísti hann á, at sjálvt heilt smáar nøgdir av alkoholi kundu hava óhepnar ávirkanir á barnið í móðurlívið og eisini møguligar hjartasjúkur seinni.
Sjálvandi kunna hjartasjúkur arvast. Men ein klænur skrivstovumaður, sum ikki rørur seg, kann vera í størri vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur, í mun til ein heldur førligari, sum rørur seg.
Heilsukaféin mundi ongan endi tikið, tí har vóru so nógv fólk – Og aftur her fleiri uttanbýggja fólk, sum er gleðiligt.
Heilsukaféin er komin fyri at verða.




