Kokkurin hevði funnið alt tað besta fram úr kovanum – Hópur av fólki og best av øllum, nógv uttanbýggjafólk komu til Klaksvíkar at njóta gott av Torraskránni.
Rúgvusmiklir krabbar og alkyns fiskarættir, saman við oksa- og grísakjøti gjørdu Torra-Bufféina fullkomna hjá Jórun leygardagin.
Tað var mest sum ovurfyllt í tríggjar tímar hjá Jórun.
Nógv høvdu leitað sær niðan til Jórun við allari familjuni. Eisini vóru fleiri og fingu sær ein góðan bita, sum høvdu verið í svimjihøllini.
Hópin av fólki úr Eysturoynni og eisini úr Tórshavn vóru komin til Klaksvíkar at njóta dagin.
Frøtt er høvður av mettum maga, plagar at verða sagt. Tá ið tann ein eystuoyingurin fór út um hurðina hjá Jórun – ávegis til Heilsukaféina á Sjúkrahúsinum; lat í honum: Torradagar skuldu verið oftari!




