Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dead Man Walking!

John William Joensen

“Dead man walking!” segði hon. Eingin tekin yvirhøvur um hitt milda fyrigevandi nunnu yvirbráið hjá Susan Sarandon í filminum av sama navni.

Andras Sólstein, skrivar:

Tvørturímóti! Tungan hjá henni sjálvari var hvøss sum ein flekingarknívur, og eyguni gloppaðu bara sum á eini øðu, meðan hon siktaði eftir mær við einari svartari dukkutroyggju í hondini, hon júst hevði tikið úr vaskimaskinuni.
“Veitst tú, hvat hetta er?”
“Veitst tú? Ha?”
“Ja, nemliga! Hetta er, ella var hin nýggja NoaNoa troyggjan, sum eg keypti í gjár, og sum eg skal í í morgin.”
“Og heldur tú, eg passi hana? Ha?”
“Tað er barasta ein Barbie dukka, sum passar hana. Hví letur tú ikki klæðini fáa frið. Ha? Hvussu oftani havi eg sagt, at tú ikki skalt vaska klæðir? Tú gert altíð, sum tú ert vanur, oyðileggur! Tú kanst gott taka tey úr maskinuni og hanga tey út á snór, men tú skalt ikki vaska!”
“Hvat so við Lee Harvey Osvald?” Vardi eg meg við, og tað var líkasum her ketan leyp av samrøðuni.
“Tú ert svakur. Hvussu í allari víðu verð kanst tú fløkja Lee Harvey Osvald inn í eitt skeldarí um klædnavask? Haaaa!”
Hon geylaði í høvdið á mær, meðan andlitsliturin á henni skifti sum á ferðsluljósinum í Steinatúni: reytt, gult og grønt.
“Tað er bara tað, at tú segði, at eg var vanur at oyðileggja, men hetta er fyrstu ferð; Lee var heldur ikki vanur at skjóta forsetar, hann gjørdi tað bara einaferð.”
Hon risti við høvdinum og fór innar í vaskirúmið. Eg stóð eftir og helt á ein ella annan hátt, at eg hevði vunnið skeldaríið.
Innari plátuspælarin hjá mær spældi “The Rolling Stones: Sympathy for the Devil, Beggers Banquet, 1968, og eg ætlaði at skríggja aftaná henni:

“I shouted out
`Who killed the Kennedy´s?´
When after all
It was you and me”

Og ikki Lee!

Eg lovaði at gera alt møguligt, eg ikki tímdi, og eitt var at tosa við bankaráðgevan. Vit høvdu fingið bræv, og bara við at lesa fyrstu síðu av kontoyvirlitinum var nokk til at geva einum og hvørjum miðal bankaráðgeva nøkur álvarslig hábrøgd og sitringar í andlitið. Eg skuldi annars ein annan dagin á fund við ráðgevan og hevði fingið at vita, at tað skuldi vera kl. 10.30, og at eg ikki mátti koma ov seint. Eg var ov seinur. Tá eg kom, var skrivstovuhurðin afturlatin. Stóð eina løtu uttanfyri og ivaðist, hvat eg skuldi gera. Ja hvat skal man gera? Hvat hevði Bruce Willis gjørt? Hann hevði heilt vist sparkað hurðina upp og rópt “Everybody shut the fuck up and freeze” Men tað helt eg kanska var í yvirkant, og neyvan hevði verið tikið serliga væl upp, so eg gjørdi einki, men fór av stað aftur.

Hitt var at tosa við Olla. Seinast, vit Olli vóru í býnum í Havn, gekst minni væl. Eg skuldi hjálpa honum, tí hann hevði ein forkláringstrupulleika yvirfyri konuni. Inni á dansistaðnum møtti Olli einari gamlari flammu, hon kom við útbreiddum ørmum yvir til hansara, legði armarnar um hálsin á honum, hoppaði upp og læsti seg fasta á lendarnar á Olla við krosskastaðum beinum handan bakið og hekk so har sum ein onnur ballerina, og hann sum ein annar Baryshnikov mól hana í kring. Konan visti einki um hansara duldu Baryshnikov ballet-evnir, men allur bindiklubburin hjá konuni var vitni til tilburðin! Men sum vit vita, so rustar gomul kærligheit ikki. Gomul kjærligheit liggur og lúrir alt lívið og spríkir upp sum ein kelda við ójøvnum millumbili. Frá undirlívinum og upp gjøgnum kroppin, og brúsar sum góð champagna í høvdinum. Hjá summum, tá man hyggur at gomlum floksmyndum, hjá mær tá eg hoyri gamlan tónleik, og hjá flest okkum, sum hjá Olla, tá man hevur eina gamla flammu hangandi á lendunum um náttina í Havn. Og hon er undurfull! Tú luktar hár hennara, følir sveittugu hond hennara, meðan hin innari plátuspælarin spælir “The first cut ist the Deepest” hjá Cat Stevens, og lívið er stórt og undurfult.

Eg var gott og væl hálvfullur, og stóð og tosaði við eina eg hevði hitt, sum at Lisa, meðan Olli svingaði á gólvinum. Eg tosaði alvorliga um framtíðina, ætlanir. Segði fyri henni, at eg var komin til ta sannføring, at tað var ikki nokk bara at lesa bøkur og hava samkenslu við triða heiminum, men eg hevði ætlanir um at fara út til fólkið, ið trongdi hjálp, eitt sindur a-la Bono og Sting, og bjarga Afrika við aktivt at verða til staðar. At elska sín næsta og hvønn annan. Eg leyg, so tað dreiv úr mær, men lygnin var so vøkur, at eg bleiv heilt rørdur av henni. Tømdi glasið og fekk mær eitt fríkorter við pissoirið, meðan eg hugsaði um onnur vøkur ting, eg ætlaði at siga fyri Lisu. Tá fríkorterið var liðugt, trokaði eg meg framat diskinum, fekk fatur á einum ½ lituri av øli og helt áfram at tosað við Lisu, um at pør gott kundu arbeiða saman og hava eina djúpari lívsførslu enn bara hina materialistisku. Men akkurát tá eg byrjaði at siga frá um Brangelinu (Ein samansjóðing av nøvnunum Brad Pitt og Angelinu Jolie) og skuldi fyrisláa okkara heitið at verða AnLizz (Andy Lisa- og Thin Lizzy sjálvandi) kom Olli og órógvaði, segði frá um dansin við gomlu flammuni, og tað er her, eg komi inn í søguna hjá Olla.
“All you have to do is look her in the eye and lie! How hard can it be?” Soleiðis skalt tú handfara konuna, var mín fyrsta reaktión!
“Nei Andy! Góði ikki! Hatta er ein kliché, hatta er filmur, nú er tað alvor!” svaraði Olli og eg helt at hann lippaði, men eg var ikki til at steðga!
“Viðgang bara Olli, tú nýtti tað!” segði eg.
“Nei, eg var kløkkur av henni, eg nýtti tað yvirhøvur ikki. Eg hevði eina deyðanum-nær-uppliving, tú veitst, tá lívið verður víst sum eitt slide-shov handan eygnalokini, og tú sjálvur ert í fríum falli við ongum fallskíggja.”
Olli vildi, at vit báðir skuldi ganga saman í ráð, og helt, at tað var vanligt at heilsa uppá hvønn annan við at klemmast. Kanska er tað meiri útbreitt nú, enn tað var fyrr. Ein segði einaferð, at hetta var danskur siður, innfluttur av asfalt-føroyingum, men Olli helt, at okkurt fordømi mundi vera at finna í Føroyum. Hann segði við gráturødd, at hann vildi ikki hava, at fólk hildu hann verða ein Clark Kent um dagin og Supermann um náttina.
Hann hevði brúk fyri nøkrum vatntøttum argumentum, tá hann skuldi tosa við konuna um hesi viðurskiftini, og eg sum vinmaður og søgufróður skuldi stoypa kúlurnar og løða kanónina við tungum søguligum krúti.

Fleiri frásagnir eru, ið siga, at fyrr vóru føroyingar sera inniligir, tá teir hittust, bæði við kenningar og eisini fremmandafólk. Svabo (1781) skrivar at “kys ved ankomst og afskjed er almindelige, især mellem ligemænd, eller når man vil vise en undermand nogen ære.”
Ein annar skrivar: “Naar de hilse sige de “valsigna”, og dette ord sætter de mestendels i Enden af alt det, de tale. De tiltale hinanden endog de allerringeste “Søda min” “Hjerta min”, og Bønderne kysser hinanden ved sammenkomsten .”

Grapa, týskur ferðamaður, sum er í Føroyum og kannar fuglar í 1824, leggur til merkis, at so skjótt føroyingurin sær, at ein fremmandur nærkast húsum, kemur hann ímóti honum, rættir honum hondina og sigur vælkomin, vísir honum innar, fer tigandi eftir fløskuni, skeinkir eitt glas fult, drekkur nakað av tí, skeinkir tað aftur fult og sigur enn eina ferð vælkomin. Somuleiðis koma konan og dóttirin ímóti tí fremmanda og geva honum ein koss.

“Thi kys er et meget almindeligt Venskabs-Tegn paa Færøerne, ogsaa imellem Mand og Mand. Den Fremmede, navnlig den Danske, finder det en underlig Skik, der forekommer let at være paataget, falsk Kjærligheds-Maske; men det er det ikkie, og man lærer snart at forstaa, at det er en smuk Sædvane, der har sin Oprindelse fra en god, christen Kjærligheds-Følelse, skrivar ein annar ferðamaður.

Eisini er sagt frá um ein ávísan intimitet í tí føroyska dansiringinum, hvørjum tú dansar undir liðini á, hvussu leingi tit dansa saman, eingin sleppur ímillum og so víðari. So eg sigi við Olla, at tað er ríkiligt av fordømum í søguni, men akkurát handan variantin, tú gjørdi við at hava eina gamla flammu hangandi á mjódnini á dansigólvinum, meðan tú syngur saman við orkestrinum “I said my darling you look wonderful tonight” havi eg ikki rent meg í og veit ikki um nakað dømi heldur. Ein umbering var kanska at játta seg “utilregnelig i gerningsøjeblikket” Man hevur ikki altíð tamarhald á sær, tá ein er á náttklubba við vinmonnunum og há-oktan blóð streymar runt í æðrunum!

Annars er tað ofta torført at vita akkurát, hvussu tú heilsar. Tað er eingin trupulleiki, tá tú t.d. møtir mammu tíni ella beiggja tínum á vegnum. Men hvussu heilsar tú t.d. bankaráðgevanum? Er tað eitt nikk, blunkar tú við vinstra eyga? Ella loypur tú um hálsin á henni? Ella klemmar og mussar tú a-la Gorbatjov? Ella kanska hin stóra franska túrin, kjálkamuss, nógv chéri og alt hattar har?

Eg ynskti Olla góða eydnu við konuprátinum. Seinri um kvøldið var eg framvið at frætta, hvussu hevði gingist. Hann kom varisliga ímóti mær við gongulagnum hjá John Wayne, (Gud viti, hvat konan hevði gjørt við hann?) men hann hevði ikki tíð at tosa, hann skuldi stoypa, smíða, vaska gólv, dustsúgva, spula tún, reinsa avløb, leggja flísar, mála, vaska bil, svimja við børnunum, gera døgurða, leggja klæðir saman og nógv afturat.

Og hvat er so moralurin? Tað er betur, at hon sjálv hevur eina tódnaða troyggju í hondini, enn at tú hevur eina gamla flammu hangandi um lendarnar! So dreingir, kastið tykkum yvir vaskimaskinuna og ikki yvir gamlar flammur!