Leygarkvøldið 28 apríl fær Stóra Pakkhús aftur vitjan av væl-umtókta bólkinum Deja-Vu.
Síðan seinastu vitjan í fjør hevur Deja-Vu rættliga gjørt um seg. Teir vunnu GBOB kappingin og vóru eisini í lond seint í heyst og kappaðust í hesum sambandi.
Deja-Vu er millum best umtóktu bólkar, ið hava verið í Stóra Pakk-húsi. Teir skapa góðan stemning, spæla góðan tónleik – og hetta dámar teimum vitjandi.
Sett kross í kalendarin
So tað ræður um at seta kross í kalendarin. Tað er leygarkvøldið 28. apríl, húsið er opið frá kl. 22.00 – 04.00.
Stóra Pakkhús




