Eitt av størstu stjørnuskotunum í Premier League í løtuni er Tottenham miðvallarleikarin Dele Alli. Men tað sum tey fæstu kanska vita, so hevur hendan stjørnan á sinni leikt landsdyst við Djúpumýru í Klaksvík.
Tað var í 2012, at NM dystur í U17 var spældur í Klaksvík millum Føroyar og Ongland. Ongland vann 2-0. Alli spældi fyrsta tíman fyri Ongland áðrenn hann bleiv útskiftur. Niðanfyri er mynd av dómaraseðlanum. Í dag skoraði Alli sítt 5. mál í Premier League í dysti móti Everton. Harafturat kann nevnast, at ein annar leikari sat á bonkinum í hesum sama dysti í dag, sum eisini spældi áðurnevnda dyst við Djúpumýru. Tað var Brandan Galloway úr Everton, sum hevur spælt fleiri dystir á vinstra bakki hetta kappingarárið, tá Leighton Baines hevur verið skaddur.
Alli hevur higartil hetta kappingarárið skorað 5 mál og lagt upp til 5 mál í Premier League.




