Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Demokratia og 8 mars.

John William Joensen

Higartil hava vit í Demokratia haft tvey almenn tiltøk, bæði í Havn og bæði ókeypis. Vit fara út í øll valdømir og onnur tiltøk vera eisini – bæði almenn og ókeypis.

Nú verður haft at, at vit hava valt at nýta pening til eitt tiltak ið er almennt men ikki ókeypis. Peningurin ið vit hava nýtt (45.000 kr) er minni enn 1/10 partur av okkara játtan og hann røkkur so dánt til ein av fyrilestrarhaldarunum. Hetta at vera við til at fyriskipa 8 mars og nýta pening uppá tað kann ein so vera samdur ella ósamdur í, men vit hava gjørt eitt val og tað er at vera við. Høvuðsorsøkin er, at vit royna at røkka so nógvum kvinnum sum gjørligt – eisini teimum ið ikki vanliga møta til fundir um kvinnur og politik. 

Fjølmiðlarnir og kvinnutiltøk.
Demokrati hevur sum áður nevnt, havt tvey væl vitjað og sera áhugaverd almenn ókeypis tiltøk. Hesi høvdu snøgt sagt lítlan og ongan áhuga hjá fjølmiðlunum. Teir møttu ikki upp og teir góðu tiltøkunum næstan onga umtalu. Tað umtalu ið vit hava fingið frá fjølmiðlunum hevur næstan bara verið neilig, eg kann nevna trý dømir: uppskoti hjá okkum um at lata kvinnur koma inná ting eitt stutt tíðarskeið var tagt burtur men so fóru tingmenn upp at rópa um brot á demokratii og tá fekk pípan eitt annað ljóð, nú fingu vit umtalu so tað stóð eftir.
Næsta dømið er tey uppskot ið vit hava gjørt til smájusteringar í vallógini, tí har er ongin kollveltandi broyting, men bert smærri broytingar ið vit hildu at øll kundu semjast um. Hvat gjørdu fjølmiðlarnir ? jú teir høvdu eina samrøðu við landstýrismannin har hann avvísti alt, ongin tosaði við okkum um hvat uppskotini snúu seg um.
Triðja dømi er SVF um 8 mars tiltaki, her slapp verturin 5 ferð í talu og yvirskriftum at tosað um hvussu dýrt tiltakið var innan umboðið fyri Kvinnu slapp at siga, heilt stutt, hvat hon helt um tað. SVF kolldømir eitt einstakt tiltak, hví viðgjørdu tit ikki t.d vinnudagin, ella okkurt annað tiltak í Havn ið verður lýst sum almennt tiltak ? (har er nokk at taka av) men ið veruleikanum bert er fyri almennt lønt, ið fáa løn og luttøku goldna. Eru fjølmiðlarnir ikki almennir og skulu teir ikki hava ein sakligan tíðindaflutning, ella eru kvinnumál ikki umfataði av skylduni at lýsa málini sakliga – eg spyrji bara. 

Kvinnur onki virði í samfelagnum.
Tað er eitt sindur løgið, at tá ið okkurt er fyri kvinnur so skal tað vera um kvøldið ella á einum frídegi og tað skal onki kosta. Eg havi ongantíð hoyrt tos um hví vinnudagur, oljudagur og aðrir dagar, har menn í hópatali luttaka í arbeiðstíðini við fullari løn og luttøkugjaldið (ið ofta er meir enn 8 mars tiltakið kostar) goldið av arbeiðsplássinum, ikki eru um kvøldið ella í frítíðini. 

Komin ov stutt.
Tað er ein sannroynd, at vit eru komin alt ov stutt á javnstøðuleið í Føroyum . Í dag er 48 % av fólkinum í Føroyum kvinnur og 2/3 av teimum sum eru undir hægri útbúgving uttanlanda eru kvinnur. Tað er púra greitt, at gera vit onki fyri at fáa hesar kvinnur heimaftur til Føroyar, so ferð talið av kvinnum í burðardyggum aldri at minka. Hetta kann viðføra, at vit koma at vænta arbeiðsmegi og tað kann vera við til at forða framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum. Tí má ein nýmótans vinnupolitikkur eisini taka atlit til kvinnurnar, um nøkur vón skal vera fyri at fáa tær heimaftur og út á arbeiðsmarknaðin. Eisini politiska skipanin má skapa karmar fyri kvinnum at virka undir, og til tað krevst helst at fleiri kvinnur vera við, har avgerðirnar um okkara framtíð vera tiknar.
Fyri at hoyra hvussu onnur hava gjørt, og fáa íblástur til hvat vit kunnu gera, er ein sera spennandi skrá sett saman 8 mars. Væntandi javnstøðan í samfelagnum er ein felags trupuleiki, ið vit øll eiga at taka ábyrgd av. Tí vóna vit at arbeiðspláss, stovnar, kommunnur og flokkarnir bjóða teirra starvsfólki/limum at luttaka á 8 mars tiltakinum, líka so sjálvsagt sum á øðrum tiltøkum

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia.