Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Demokratii við skerdan lut í Fiskivinnuni?

Danial Viðoy

Rættað og upprunaliga týðingin av demokrati er ”alt fólkið” ella ”tað meiniga fólkið”. Men í føroysku fiskivinnuni merkir tað ein partur av fólkinum, sum eru serfrøðingar.

Rættað og upprunaliga týðingin av demokrati er ”alt fólkið” ella ”tað meiniga fólkið”. Men í føroysku fiskivinnuni merkir tað ein partur av fólkinum, sum eru serfrøðingar.

Orðið er griskt: ”demos” merkir fólk, ímeðan ”kratis” merkir veldi ella ræði, á føroyskum umsett til eitt fólkaræði. Tá ið tíðini, í gamla Grikkalandi, tá ið hesin stýrformur fekk sín uppruna, var demokrati fyri ”alt fólkið” og heimspekingarnir (serfrøðingarnir tá á sinni) tolkaðu tað til ”tað meiniga fólkið”.

Tað er eitt sindur ræðandi at hugsa sær og viðhvørt síggja, hvussu okkara demokrati verður misnýtt, ella givið nøkrum fáum. Demokrati er heimsins besti og mest fólksligi stýriformur, men samstundis ein møgulig leið til hierarki og einaveldi.

Fiskivinnan verður akademiserað

Beint nú síggja vit, hvussu fiskivinnan spakuliga verður akademiserað. – Men tað er tó ikki so, at frøðingarnir fara umborð at fiska; men hesi sita á landi og velja, hvussu og hvussu nógv tað skal fiskast. Hvørt frøðingarnir skerja rætt ella ikki, tað skal eg ikki gera meg klókan uppá.

MEN:

Í løtuni sita óvaldir serfrøðingar og skipa eina nýggja fiskivinnulóggávu. Tekin eru ikki í sól og mána um, at tann meinigi fiskimaðurin – ið kennir havbotnin so væl, at hann kundi gingið á honum – verður spurdur um ráð. Nei! bert havrannsóknarskipið við síðunarav, ið fær væl minni av fiski, sleppur at ráðføra fiskimálaráðharran, so hann sleppur at skerja dagar.

Valdi politikarin verjir seg við, at tað skal fiskast burðardygt og ráðiligt, soleiðis at Føroyar kunnu fáa so nógv burturúr sum møguligt. – Jú, sjálvandi haldi eg, at tað skal fáast sum mest burturúr! Men at skúgva meiniga fólki, alt fólkið til síðis, fyri at fremja hetta? Tað er hvørki burðardygt ella ráðiligt, og tá fáa Føroyar ikki nakað burturúr yvirhøvur.

Í Fiskivinnuni er demokratii á alt ov fáum hondum

”Fiskivinnan er á ov fáum hondum” siga politikkarar. Neyvan! Tí tað eru fá í Føroyum, sum ikki hava arbeitt fisk, og enn gera tað, sum hava fingið ágóðan av hesum. – Um ikki gongdin verður vend skjótt, so fer handan útsøgnin skjótt at passa.

Eg vil venda hasum og siga, at: í fiskivinnuni er demokratii á alt ov fáum hondum. Tað eru bert serfrøðingar, sum sleppa framat; eingin meinigur fiskimaður hevur nakað at siga longur, tíanverri.

Er demokratii við skerdan lut í Fiskivinnuni?