Landsstýrismaðurin var skjótur at geva boð frá sær í kvøld og gjørdi greitt hví hann ikki kann luttaka á ráðstevnuni
Norðlýsið skrivaði fyri løtu síðan, frá góðum keldum, at Dennis Holm ikki fór at luttaka á ráðstevnuni “Exit Rusland”, sum verður hildin í Løkshøll í morgin. Tað gekk ikki longi so gav landsstýrismaðurin okkum tey boð at hetta ikki var so.
Eg var fyri 8-10 døgum síðani spurdur um eg kundi luttaka 2. Mai. Og segði, at ikki kundi, tí eg tann dagin var upptikin í Vági, sigur Dennis Holm fiskimálaráðharri við Norðlýsið


