Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Dennis: Lógaruppskotið sent til hoyringar í næstu viku

Jóhann Lützen

Broytingar verða gjørdar so ikki øll línuskipini noyðast yvir á Flemish Kap at royna, sigur fiskimálaráðharrin í stuttari viðmerking til Norðlýsið

Reiðarar hava bíða eftir at landsstýrismaðurin tók avgerð um fiskiskapin á Flemish kap. Ein orðing í lógini hevur viðført at reiðarí hava verið noydd at sent øll skipini at fiska, um tey ikki skuldu missa rættindini framyvir. Nøgdin kann væl fiskast av 2-3 skipum skilir Norðlýsið. 

Dennis Holm upplýsir fyri Norðlýsinum, at samgongan er samd um at gera broytingar, so at ikki øll skipini noyðast á Flemish Kap.

Hetta mál er komið í drag, tí vit hava haft so mong onnur átroðkandi mál, men nú er lógaruppskotið klárt og verður sent til hoyringar í næstu viku, sigur Dennis Holm við Norðlýsið at enda.