Í blaðnum ídag er drúgv grein frá umsitingini í Fíggjarmálaráðnum, har greitt verður væl og virðiliga frá, hví tað er neyðugt at umskipa Toll og Skatt soleiðis, at umsitingin lagar seg til broyttu umstøðurnar og nýggju tøknina.
Vit her á blaðnum hava ikki sett spurnartekin við tað helst neyðuga í, at Toll og Skatt verður umskipað.
Tað er sjálvandi hvørjum mansbarni greitt, at umsitingarliga eru stórbroytingar hendar hesi seinnu árini og tøknin hevur gjørt, at uppgávur, sum fyrr vóru stórar, nú eru lítlar ella helst í mongum førum ikki til longur og tí er sjálvandi neyðugt við bygnaðarbroytingum.
Um tað, sum Óli Heinesen nú leggur fyri dagin um alt tað sum skal henda í umsitingini hjá Toll og Skatt er óivað skilagott og í øllum førum er hetta fyrstu ferð vit hava sæð, at almen umsiting her á landi leggur upp til tillagingar við ætlaðum kostnaðarfyrimunum fyri samfelagið sum fylgju.
Hinvegin blíva vit ikki klókari uppá hví hesin depilin skal liggja í Gøtu. Hissini verður ført fram, at við at leggja depilin í Gøtu er depilin soleiðis mitt í geografisku eindini eysturoy Norðuroyggjar.
Tað tykist sum um, at tað als ikki verða tikin atlit til hvar fólk búgva í økinum.
Mest sannlíkt er at ein passari hevur verið brúktur at finna geografisku miðjuna, við tí úrsliti at øll í økinum hava "passaliga" langan veg at koyra til depilin.
Ført verður fram at Toll og Skatt í Klaksvík bert verður flutt 10 kilometrar burtur. Samstundis verður Toll og Skatt í Runavík flutt einar 15 kilometrar hagani.
Eisini verður grundgivið við, at Gøtu og Gøtudalur einaferð í framtíðini fer at gerast miðdepilin í økinum.
Álvaratos, hvør kann taka hesar grundgevingarnar um sjálva plaseringina í álvara og hvør veit, hvat fer at henda í Gøtu og í Gøtudali. Um roknað verður við at øll, í Klaksvík og Runavík fara at flyta til Gøtu, so er lítið at ivast í, at vit her tosað eini 50 ja kanska 100 ár fram í tíðina og hvør veit hvar Toll og Skatt er til tað tíð.
Veruleikin er hinvegin, at størsta konsentratiónin í hesum økinum er í Klaksvík. Tað kann væl vera at onkur pessimistur roknar við at Klaksvíkin fer at minka tá tunnilin er komin, men tað eru eisini tey, ið síggja møguleikar.
Fyri ein borgara, sum býr í Klaksvík kann tað nærum vera líkamikið, um hann skal koyra til Gøtu at vitja Toll og Skatt ella um hann skal til Runavíkar og tað er vælsagtans eisini galdandi fyri tey sum búgva í Runavík.
Tá sagt verður at Gøtudalur verður framtíðin í økinum, so átti eisini at verið tikið við, at í Runavík verður arbeitt við einum tunnli til Havnar, so lítið er at ivast í, at deildar hugsanir eru um hvar miðjan kemur at liggja tá tosað verður um aktivitetir og tí er tað framvegis óskiljandi at umsitingin hevur valt júst fólkafátækasta økið í Eysturoy og Norðoyggjum at leggja Toll og Skatt.




