Ásannast má at heimsumfatandi kreppan við hvørt verður nýtt sum undanførsla, eisini fyri politiskan ódugnaskap.
Fíggjarkreppan, sum nú er um at gerast ein rættilig búskaparkreppa, hevur breitt seg um allan heim, og sum vera man kenna vit føroyingar eins væl og onnur dagliga sviðan.
Ásannast má kortini, at heimsumfatandi kreppan við hvørt verður nýtt sum undanførsla, eisini fyri politiskan ódugnaskap. Tá Búskaparráðið hartar okkara landspolitikarar fyri at hava rikið vánaligan og oyðandi politikk seinastu mongu góðu árini, so hevur tað sjálvandi grein í sínum máli. Somuleiðis tá einstakur serfrøðingur, innan politiska heimin, um dagarnar fíltist á, at politikarar ikki hava lært okkurt av læru Jósefs um, hvussu vit eiga at bera okkum at í góðum eins væl og í ringum tíðum.
Sum ikki einaferð vóru tað útjaðaraøkini, sum fyrst merktu niðurgangstíðina. Stórur partur av høvuðsvinnuni bæði á sjógvi og landi lá drúgva tíð í andaleypi m.a.orsakað av høgu oljuprísunum. Politiski myndugleikin læt ikki við seg koma, men fiskimenn eru fleksiblir, og mark er fyri hvussu leingi bíðast kann eftir hjálpandi hondini. Dasti av manningunum gjørdi skjótt av og fann sær kjans við útlendskum, serliga norskum skipum. Føroyskir fiskimenn eru dugnaligir, og eru tessvegna vælkomnir við útlendskum fiskiskipum, har arbeiðsumstøður og treytir mangan eru framúr, og sum hoyra heima í londum, har skattaviðurskifti og vinningsmøguleikar tykjast betri og meira lokkandi enn tað, føroyska samfelagið megnar at bjóða. Politiskur dárskapur var í hesum máli beinleiðis orsøk til, at torført helst verður at manna skipini aftur, skuldu umstøðurnar til prís og fiskiskap batna aftur og skipini enn verið tøk.
Kortini kunnu ráðini frá Búskaparráðnum um avtøku av rentustuðuli til húsabygging og at seta í verk bústaðarskatt í staðin fyri skattahækking neyvan metast sum annað enn steinur oman á byrðu hjá fólki í dag, eins væl í miðstaðar- sum í útjaðaraøkjunum. Tá fíggjarmálaráðið sigur seg halla meira til tilfeingisskattin, so mugu vit ásanna, at einaferð enn verður farið um, har garðurin er lægstur, og at byrðarnar so ella so skulu leggjast á herðarnar á tí fólki, ið enn knógvar undir torføru umstøðunum í útjaðaraøkjunum. Hetta eru ikki nøkur hyggjuráð, men avspeglar tann politiska hugburð, sum í alt ov langa tíð hevur avlagað samfelag okkara.
Samgonguskjalið hjá ABC samgonguni lovar batar fyri útjaðaraøkini, bæði við kommunalari útjavning og blokki, men mangt er, sum longu nú bendir á, at talan bert er um kostnaðarleys lyfti. Ætlanirnar um kommisiónir eru ov illgrunasamar og boða neyvan frá góðum. Politiskt dirvi at skera ígjøgnum og veruligur vilji vantar, og útjaðaraøkini avfólkast og maktast alt meira sum tíðin gongur og ørskapurin heldur fram. Visiónin 2015 gevur ikki misrøktu útjaðaraøkjunum nógva rúmd, og tað ger dagsins politiski hugburður heldur ikki. Politikkurin skal eftir øllum at døma framvegis rekast við mesta atliti at miðstaðarøkinum. Tað er jú har atkvøðumeingi finst.
Tað undrar tí ikki, at alt fleiri atfinningarsamar røddir gera vart við atgerðarloysi hjá politikarunum. Bláljós og heit luft til tín og granskingarpark og skúladeplar til mín er ein fordeiling, ið bert kann føra til misnøgd úti um landið. Álitið á og trúvirðið hjá politisku flokkunum er syndarliga lítið, og tá onkur í fjølmiðlunum vísir á, at t.d. skúladepilin í Marknagili ikki er nøkur visión, men heldur 100 ár eftir hæli í útbúgvingarhøpi fyri útjaðaraøkini, so er hetta helst ikki so langt av leið frá veruliga politiska viljanum.
Er vilji í samgonguni til samfelagsbroytingar gjøgnum breiðkan av skattagrundarlagnum, so er at skatta, har almenni peningurin er mestur, í miðstaðarøkinum, og nýta hann til arbeiðsskapandi tiltøk í útjaðaraøkjunum, har alneyðugt er at bøta um lívsgrundarlag og trivna hjá fólki. Hetta saman við útjavning og blokki kundi verið ein byrjan.
At sjálvt Føroyagrunnurin, sum upprunaliga var tætt knýttur at Kjølbro fyritøkuni, og gøddur er gjøgnum árini av fiskivinnuni á sjógvi og landi í Norðoya økinum, nú av politiskum ávum skal vera avskorðin frá høvuðsvinnuni og upprunaøki sínum, og eftir øllum at døma skal nýtast til bleyt fantasiprojekt í Havn, er burtur av allari leið. Seinasta orðið er tó neyvan sagt í hesum máli.
NORÐLÝSIÐ




